Skjótingin í finska býnum Hyvinkää í nátt hevur nú kravt eitt mannalív afturat. Ein 18 ára gonul genta doyði beinanvegin, og finsku myndugleikarnir hava nú boðað frá, at skjótingin hevur eisini kostað einum 18 ára gomlum drongi lívi. Hann doyði fyrrapartin á einum sjúkrahúsi í Helsinki av skotsárunum.
Sjey fólk, sum vórðu særd, eru flutt á sjúkrahús. Teirra millum er ein 23 ára gomul løgreglukvinna, sum er illa særd og framvegis í lívsvanda. Hini seks eru ikki í lívsvanda.
Finska løgreglan tók tíðliga í morgun tann 18 ára gamlan mann, sum er skuldsettur fyri at hava skotið eftir fólki á gøtuni í Hyvinkää í nátt. Løgreglan hevur eisini funnið byrsuna. Vitni hava greitt frá, at maðurin var farin upp á eina húsatekju, haðani hann skjeyt eftir fólki á gøtuni.