Støðan er mest sum tann sama, sum hon var undan trettanda umfari í kvinnukappingini í fótbólti.
Tríggir dystir vóru hóskvøldið. FM kappingin stendur millum KÍ og EBS/Skála, og hesi bæði liðini vunnu hóskvøldið trivaligar sigrar.
Í Gøtu vann felagsliðið hjá teimum í Fuglafirði og Eysturkommunu 3-0 á B68. Tað var málleyst inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Úrslitið ber við sær, at ÍF/Víkingur lyfti seg framum B68, sum nú er aftast.
Í Gundadali vann EBS/Skála 4-1 á HB, og í Klaksvík vann KÍ 7-0 á B36. Harvið eru KÍ og EBS/Skála framvegis púra jøvn í stigum. KÍ hevði undan hesum umfarinum betri málmun, og nú er hann uppaftur betri.
Heidi Sevdal plagar at skora nógv av málunum hjá EBS/Skála. Í kvøld skoraði hon bara einaferð.
Rannvá B. Andreasen plagar at skora nógv av málunum hjá KÍ. Í kvøld skoraði hon einki mál. Sigrid Jacobsen skoraði trý av KÍ málunum.
Fjúrtanda umfar verður mikukvøldið í næstu viku. Tá vera dystirnir hesir: KÍ-EBS/Skála, ÍF/Víkingur-B36 og HB-B68.
Í kappingini um FM kann toppdysturin í Klaksvík fara at vísa seg at hava avgerandi týdning.
Trettanda umfar
Hósdagin 10. august
KÍ-B36 7-0 (2-0)
1-0: Sigrid Jacobsen 16.
2-0: Liljan Jacobsen 41.
3-0: Malena Josephsen 61.
4-0: Sigrid Jacobsen 63.
5-0: Liljan Jacobsen 72.
6-0: Sigrid Jacobsen 75.
7-0: Sofía Purkhús 87.
ÍF-Víkingur-B68 3-0 (0-0)
1-0: Arnborg Lervig 67.
2-0: sjálvmál 77.
3-0: Jensa Tórolvsdóttir br 86.
HB-EBS/Skála 1-4 (0-2)
0-1: Birna Johannesen 26.
0-2: Heidi Sevdal 41.
0-3: Ansy Sevdal 59.
0-4: Margunn Lindholm 70.
1-4: Milja Simonsen 73.
Støðan
KÍ 36
EBS/Skála 36
HB 19
B36 12
ÍF/Víkingur 7
B68 6