Ein maður í amerikanska býnum Seattle valdi í gjárkvøldið at skjóta seg sjálvan, tá løgreglan skuldi taka hann. Frammanundan hevði maðurin loyst fleiri skot av inni á einari kaffistovu, og hann rakti trý fólk so meint, at tey doyðu.
Løgreglan í Seattle sigur, at tveir menn doyðu beinanvegin av skotunum, og at ein kvinna doyði á veg til sjúkrahúsið. Tveir menn vórðu illa særdur fluttir á Harbourview-sjúkrahúsið, og annar teirra doyði í nátt.
Løgregluovastin í Seattle, James Pugel, segði á tíðindafundi í nátt, at byrsumaðurin beindi fyri sær, tá løgreglan kom fram á hann har vesturi í býnum. Nú kannar løgreglan, hvat tað var, sum fekk mannin at fara inn á kaffistovuna at skjóta eftir gestunum har.