Skjótur, stuttsintur, ótolin

– Eftir ein tyrlutúr í Grønlandi valdi eg arbeiðið sum tyrlumekanikari, tí mekanikarin sá út til at hava eitt lættari lív enn eg, sigur William Smith, sum hesaferð er í Stólinum í VikuBlaðnum

– Eftir ein tyrlutúr í Grønlandi valdi eg arbeiðið sum tyrlumekanikari, tí mekanikarin sá út til at hava eitt lættari lív enn eg, sigur William Smith, sum hesaferð er í Stólinum í VikuBlaðnum.


Lýs teg sjálvan við trimum orðum:     

Skjótur, stuttsintur, ótolin

Hvat merki er bilur tín?

Pontiac. Fiero 2.8

Hvat merki er telefon tín?

Apple uttan knøttar, men við einum glasrúti, og harí alt finst.

Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving?

Uttan iva summarið 2011 har eg var við familju í Florida og lærdi meg at flúgva tyrlu, fyrsti  túrur í stóra landinum, og har alt var løgið, og eg fann fram til at í Føroyum er best , men tað kann gerast betri.

Hvat orð ella hvønan setning nýtir tú oftast?

Hvat!

Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?

Nú er tað serliga hjá tí einu eg hyggi og síggi nógv, men tær eru nú allar fittar, tað er við konufólki sum við sardinum jú minni jú betri, so stødd og hinum trimum hyggi eg eftir.

 

Hvat ger teg í góðum lag?

At vakna úthvíldur og gott veður er , so gerist eg pr. automatik í góðum lag

Hvat stressar teg?

Avtaglaðar haga-partar við hegn-pelum, og so fólk ið ikki kunnu taka eina avgerð.

Hvør er tín yndisrættur?

Alt føroyskt , bert tað er bleytari enn grót.

Hvat gleðir teg?

At vit liva á  tryggum klettum, við opnum hurðum, og tað fakta at flestu føroyingar eru uppvaksnir uttan militer venjing.

Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt?

Tey eru trý í einum. Tann ynskti er sloppin inn á Tekniska skúla, miðlingurin á Fróðskaparsetrið, og at tann elsti gerst maskinmeistari  um einar tvær vikur, um alt gongur eftur ætlan.

Hvar arbeiðir tú?

Hjá Atlantic Airways sum tekniskur leiðari á Fag málið.

NPH-CA sub.Part G with (i) priviliges.

 

Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki?

Eftir ein tyrlutúr í frá Kullursuaq til  Upernavik í Grønlandi,  har eg helt, at tyrlumekanikarin sá út til at hava eitt lættari lív enn eg .

Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum?

Tær eru so nógvar, men  í 2000 tá ið vit søgdu farvæl til tann síðsta útlendska teknikarin í Hangarinum, og eftir tað, bert vóru mannaðir við føroyingum at viðlíkahalda tyrlunar og flogførini hjá AA - tann løtan var góð.

Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?

Øllum vanligum løttum tónum, ið fáa meg at murra við.


Hvat er besta uppfinningin og hví?

Bilurin, annars vildi Vágatunnilin aldrin veri útgoldin.

 

Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt?

Skúla-gongdin/íløgan hevur verið mær góð.
Um vit tosa partabrøv, so veit eg ikki um nakra.

Hvat er títt besta heimaráð?  

Eight hour Crem hjá Elisabeth Arden, tí turra/brenda húð, og smáskurtl

 

Hevur tú nakað húsdjór? 

Ein hund ið kallast Rokk, og eitt beist av eini kettu, ið hevur tríggjar kettlingar, ið eg má senda víðari.

 

Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? 

Givið syskinum eina helvt at býta og hina til Terja Rasmusen og Anke Eli Petersen.

 

Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir?
Sett 9 milliónir á bók.

Hvat er best við Føroyum og hví?  

Sum áður nevnt , vit eru frí frá øllum militerum skommun, og her sleppa børnini at leika frítt, og av tí at forholdini eru so smá, so kenna tey teir vandamiklu persónanar.   

Hvar ert tú um 10 ár?

Royni at finna “Núið” so sama stað, um eg finni tað.