Íslendski leikstjórin, Saga Jónsdóttir, sum hevur leikstjórnað leikinum Seiggj og tár, ið Klaksvíkar Sjónleikarfelag júst er farið undir at sýna, letur væl at tíðini, hon hevur verið í Føroyum.
- Hetta hevur verið ein deilig tíð, eg havi verið her í níggju vikur og kundi væl hugsað mær at komið aftur. Tað hevur regnað mest sum alla tíðina, men tað havi eg vant meg við. Leikararnir hava verið ógvuliga dugnaligir. Í grundini er tað ikki øðrvísi at leikstjórna í Føroyum enn í Íslandi. Tað eru somu trupulleikar at dragast við. Ein munur hevur verið, og tað er, at tað gongur seinni fyri seg í Føroyum og tí havi eg verið noydd at verið tolin.
- Í hesum leikinum eru nógvir leikarar sum spæla fyri fyrstu ferð, tað er ein stuttlig blanding av royndum og óroyndum leikarum. Nógvir av teim nýggju leikarunum hava stórar leiklutir og tað hevur gingið stak væl. Leikurin er rættiliga stórur og tí krevjandi hjá leikarunum. Tað er ikki bara at spæla, teir skulu eisini duga at syngja og dansa. Og tað er ringt. Eg trúgvi, at her eru nógv nýggj talent, sigur Saga Jónsdóttir.
- Klaksvíkar Sjónleikarfelag er sera heppið at hava fingið Edvard Fuglø at gera pallmyndina og búnarnar. Hann er sera dugnaligur og hevur verið her alla tíðina. Ikki nógv áhugaleikhús í Íslandi høvdu havt møguleika at havt ein so dugnaligan pallmyndastjóra at arbeitt fyri seg.
Stórur leikur
Seiggj og tár er ein stórur leikur. Ikki færri enn 17 leikarar eru á palli umframt ein ørgrynna av tónleiki, tónleiki frá tí kanska mest spennandi tíðarskeiðinum hesa øldina vilja nógv vera við, sekstiárunum.
Leikurin fevnur víða, og er á mangan hátt ein spegilsmynd av gerandisdegnum og mongu av lívsins ymisku viðurskiftum. Her er sorg, skemt, gleði og álvara, alt saman á ein hátt, ið ger leikin "fólkaligan" og viðkomandi.
- Leikurin er rættiliga viðkomandi. Søgugongdin fer fram í sekstiárunum, hon er um ein drong, sum hevur verið burturi í nógv ár. Vit kunnu siga, at leikurin er ein dreymur, har drongurin minnist aftur. Alt spælið er ein dreymur, sigur Saga Jónsdóttir.
- Tað sum er serligt er, at nógvur tónleikur og dansur er í leikinum. Leikurin hevur bæði skemt og drama. Áskoðarin fær alt í einum og samstundis fær hann eitt sindur at hugsa um, sigur Saga Jónsdóttir.
Saga Jónsdóttir sigur, at leikurin er rættiliga íslendskur, men at áskoðararnir kortini kenna seg aftur í leikinum.
- Tað er serliga hugsunarhátturin sum er íslendskur, og samstundis sínámillum prátið í leikinum. Tíðin sum leikurin ímyndar var øðrvísi politiskt enn hon er í dag. Størri munur var á politisku flokkunum tá enn í dag. Politiska orðaskiftið var harðari. Leikurin sipar til hetta, men er tó meiri ein søga um familjuna, sum drongurin er ein partur av og hvat hendir í familjuni. Mamman er sjálvstøðug, hon hevur verið í Amerika og nógv hendi hetta árið, sum leikurin tekur støði í, sigur Saga Jónsdóttir.
Sjálvt heitið á leikinum Seiggj og tár sipar til eitt lag í leikinum við sama navni. Leikurin hevur verið settur upp tvær reisur í Íslandi, bæði av yrkisleikarum og av áhugaleikarum. Ólafur Haukur Símunarson, eitt av fremstu leikskaldunum í Íslandi, skrivaði leikin í 1995 og er tað 13. leikritið í røðini. Tað varð stórliga fagnað, tá tað varð frumsýnt í Tjóðleikhúsinum í 1995.
- Ólafur Haukur Símunarson skrivar um samtíðina, leikirnir seta fram átrokandi spurningar, men fyri tað mesta snúgva leikirnir seg um vanlig fólk, arbeiðsfólk, lærarar, fiskakvinnur og onnur, sigur Saga Jónsdóttir.
Turið Sigurðardóttir hevur týtt leikin til føroyskt.
Góð blanding
Hetta er fyrstu ferð Saga Jónsdóttir leikstjórnar leiki í Føroyum, men tað er ikki fyrstu ferð hon er her. Í fjør summar var hon í Føroyum í sambandi við, at filmurin Dansurin varð tikin upp. Hesin filmurin byggir sum kunnugt á stuttsøgu eftir William Heinesen.
- Filmurin er fyri so vítt íslendskur, flestu leikararnir eru íslendingar, leikstjórin eisini, men ein partur av upptøkunum eru gjørdar í Føroyum. Filmurin er ein stuttlig blanding av Íslandi og Føroyum. Søgan kundi farið fram alla staðni og er ikki so nógv knýtt til staðið. Eg eri væl nøgd við úrslitið, filmurin er ógvuliga vakur, tað er so vakurt í Føroyum, sigur Saga Jónsdóttir.
Saga Jónsdóttir byrjaði sítt leiklistayrki á Akureyri. Har var hon sjónleikari í nøkur ár, til hon flutti til Reykjavíkar fyri 20 árum síðani. Hon byrjaði beinanvegin at starvast í Tjóðleikhúsinum sum sjónleikari og hjálparleikstjóri - stovnaði síðan, saman við øðrum, yrkisleikbólk, sum virkaði í 6 ár. Tá ið leikfelag Reykjavíkar flutti í tað nýggja glæsiliga Borgarleikhúsið, fór Saga Jónsdóttir hagar sum marknaðar - og sølustjóri, og var har í sjey ár. Hon spældi eisini nakrar leiklutir um somu tíð, hevur verið við í um hálvt hundrað leikum, leikstjórnað fleiri leikrit, leikt í sjónvarpi, útvarpi og filmum. Nú hon kemur aftur til Íslands hevur hon ongar ítøkiligar ætlanir. Í løtuni er hon ikki knýtt at nøkrum leikhúsi.
- Okkurt bíðar mær í nýggja árinum og tilboð koma alla tíðina. Sjónleikarlívið í Íslandi er rættiliga fjølbroytt og livandi. Tað eru ótrúliga nógvar framførslur alla tíðina, serliga í Reykjavík. Hvat tað er í íslendska samfelagnum sum ger at sjónleikurin blómar, veit eg ikki, men hetta hevur verið ein menning, ið hevur verið leingi. Fólk fara oftari í leikhús nú enn fyrr, tað er heilt vanligt at hyggja at sjónleiki. Soleiðis er ikki í Føroyum, havi eg skilt, sigur Saga Jónsdóttir.
Fyrsta sýning av Seiggj og tár var leygarkvøldið og hann verður spældur komandi vikurnar.