Skopun undir álíkningina

Skopunar kommuna skyldar nú minni enn tað, sum kemur inn í skatti uppá eitt ár. Tað skrivar sandoyggin.fo.

 

Kommunur, sum skylda yvir eina álíkning, sum tað nevnist, eru undir partvísum eftirliti av Fíggjarmálaráðnum, millum annað kunnu tær ikki taka nýggj lán uttan loyvi frá landsmyndugleikunum.

 

At Skopunar kommuna nú er komin undir eina álíkning í skuld, merkir, at kommunan er fríari til at arbeiða, sum hon vil og kann upptaka lán, um neyðugt.

 

Gerhard Lognberg, borgarstjóri, sigur, at sum er, er tó ongin ætlan um at taka lán í løtuni. Á myndini fær borgarstjórin brævið frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, sum váttar, at nettoskuldin er minni enn ein álíkning.