Skoraði á Tórsvølli í fjør - skoraði skjótasta EM-málið í søguni í kvøld

Albanski Nedim Bajrami skoraði móti Italia eftir bert 23 sekund

Mynd: Scanpix

Dysturin í bólki innleiðandi EM-bólki B í Dortmund millum Italia og Albania er í gongd, men har er longu søgu skrivað.

 

Nedim Bajrami sum skoraði fyri Albania í 3-1 sigrinum á Føroyum á Tórsvølli 20. juni í fjør hevur sett eitt ótrúligt met.

 

Tað vóru bara farin 23 sekund av dystinum, tá Nedim Bajrami fangaði ein bólt í brotsteiginum hjá Italia aftaná eitt mistak hjá Federico Dimarco aftaná eitt innkast hann kastaði til Gianluigi Donnarumma. Nedim Bajrami tók og hamraði bóltin í kassan til stóran fagnað fyri albansku áskoðararnar.

 

Talan er um skjótasta málið, ið nakrantíð er skotið í einum EM-endaspæli.

 

Gamla metið átti russiski, Dimitri Kirichenko tá hann í 2004 eftir ein minutt og sjey sekund skoraði móti Grikkalandi, ið vann EM-endaspælið tað árið.

 

Triðskjótasta málið í EM-søguni eigur danski Yussuf Poulsen, sum í 2021 skoraði móti Belgia aftaná ein minutt og 39 sekund. 

 

 

 

Mynd: Scanpix