Í samband við arbeiðsferð í Danmark hjá borgarstjóranum í Klaksvíkar kommunu, Jógvani Skorheim, legði hann í dag leiðina til vinarbýin Odense, har hann og Palli Ziskason, vinnu- og mentananarstjóri, nýttu høvið at síggja Norðatlantiska Húsið, sum læt upp hin 9. november í fjør.
- Býráðið læt tá stórfingna gávu, sum var ein veggjamálningur, ið Edward Fuglø hevur gjørt, og sum hann kallar Svanadrotningin. Hesin varð sera væl fagnaður av øllum í Odense, tá húsið læt upp.
Tað skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at borgarstjórin varð væl móttikin av Kirsten Mærsk, stjóra, Annette Lyberth, kunningarleiðara, Benny Nybo, formanni fyri Det Grønlandske Hus og Henrik Poulsen, vinarbýarsamskipara hjá Odense kommunu.
Føroysku gestirnir fingu eina kunning um virksemið í Norðatlantiska Húsinum og sluppu eisini eina rundferð í húsinum.
Jógvan Skorheim takkaði fyri og handaði vertunum eina kærleikskúlu, ið Edward Fuglø hevur gjørt.
Við í ferðini til Odense - umframt Jógvan Skorheim og Palla Ziskason - var eisini Steintór Rasmussen, sum er í øðrum ørindum í Danmark.
Seinnapartin í dag gekk leiðin til ráðhúsið í Odense, har Jógvan og Palli skuldu hitta varaborgarstjóran, Alex Ahrendtsen, tí borgarstjórin Anker Boye er burturstaddur.
- Eisini skuldu teir hitta Steen Møller, sum er ráðmaður fyri sosial- og arbeiðsmarknaðarmálum, og sum samstundis er formaður í stýrinum fyri Norðatlantiska Húsið í Odense, veit Klaksvíkar kommuna at siga í dag.