Tað vóru tólv skótalið umboðað við einum 50 fólkum, tá skótarørslan hevði landsfund leygardagin.
Landsfundurin er tað, ið ein kann nevna aðalfundur hjá skótarørsluni, og er hann annaðhvørt ár. Annaðhvørt ár er so tað, ið kallað verður leiðarastevna, har mál eisini vera viðgjørd, men hetta er kortini ikki so »formligur« fundur sum landsfundurin, tá roknskapur o. a. verður lagt fram.
Á fundinum hesaferð vóru ikki færri enn 5 limir skiftir út, og sær nýggja nevndin nú soleiðis út: Palli Mortensen úr Havn og Kirstin Danielsen úr Leirvík vórðu afturvald, meðan Høgni Gaard úr Havn, Trygvi Sigurðsson úr Klaksvík, Bárður Petersen av Argjum, Charles Olsen og Verner Hansen úr Havn øll vórðu nývald.
Tveir eykalimir vórðu eisini valdir, og eru teir Jóhan Nielsen úr Havn og Tummas Lambastein úr Fuglafirði.
Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Limatalið í minking
Landsnevndin kemur saman rættiliga regluliga, men umframt tað eru fleiri undirnevndir, har nevndarlimirnir eru formenn, so arbeiðsuppgávan hjá teimum er rættiliga stór.
Ein av uppgávunum er sjálvandi at økja um áhugan fyri skótaarbeiði, men eins og hjá so nógvum feløgum og felagsskapum hevur eisini skótarørslan merkt eina niðurgongd, og er í løtuni í nakað av einum aldudali.
Serliga stóra fráflytingin fyrrapartin av 90-unum ávirkaði limatalið skeiva vegin, og gongdin er at kalla hin sama sum í hinum Norðanlondunum.
Stóri trupulleikin er kortini ikki vantandi skótar sum soleiðis. Fleiri kenna seg helst aftur í, at tað heldur er vantandi leiðarar, ið er orsøkin til, at skótalið steðga virkseminum.
Skótarørslan hevur eisini farna árið merkt eina lítla minking, men her er kortini tað gleðiliga hent, at skótaliðið í Kollafirði aftur er vorðið virkið, og tá hesir skótar ikki eru skrásettir enn, stendur limatalið væntandi í stað.
Meginparturin eginfígging
Sjálvandi kostar pening at reka ein slíkan felagsskap sum skótarørsluna. Nakað av peningi er avsettur á løgtingsfíggjarlógini til hetta endamálið, men ikki nærtil nóg mikið til at nøkta tørvin.
Skótarørslan fær 200.000 kr. frá tí almenna, men tað er eyðsæð, at hetta langt frá er nóg mikið til at fíggja tey tiltøk, ið rørslan skipar fyri.
Sum dømi kann nevnast, at skótaliðið í KFUM fær einar 80.000 kr. av áðurnevndu játtan, men fíggjarætlan teirra er upp á einar 400.000 kr. Tað vil siga, at skótarnir sjálvir mugu fíggja einar 320.000 kr. árliga. Og hetta eru nógvir pengar.
Men tað hevur so borið til. M.a. verða á hvørjum ári seldir lutaseðlar, tó at tað gerst truplari og truplari at selja so hvørt sum útboðið av pengaspølum gerst alsamt størri og størri. Síðani verður skipað fyri einum árligum jólabingo umframt tiltøkum á Ólavsøku.
Eitt undantak er tó, tá tað snýr seg um tað fíggjarliga, og tað eru skótadepulin á Selatræ og skótahúsið á Kambsdali. Hesi kasta nakað av peningi av sær, serliga í sambandi við ferðavinnuna. Men tað er kortini eisini tengt at, at sjálvboðið arbeiði verður gjørt í hesum sambandi. Skuldi fólk verið lønt, hevði hetta ikki borið seg.
Stríðast við altjóða
viðurkenning
Ein ábending um, hvussu skótarørslan hevur verið fyri afturgongd, serliga av stóru burturflytingini, er, at í 80-árunum vóru hálvtannað starvsfólk í umsitingini. Hetta er nú minkað niður í helvt soleiðis, at nú er eitt starvsfólk 3/4-tíð.
Somuleiðis eru 5 av teimum 17 skótaliðunum í Føroyum ikki virkin í løtuni.
Kortini verður ikki ligið á latu síðuni. Føroyska skótarørslan er limur í Norðurlendska skótasamstarvinum, men hevur ikki enn fingið altjóða viðurkenning, tó at arbeitt hevur verið við málinum í mong ár.
Trupulleikin er ikki ókendur millum aðrar felagsskapir, serliga ítróttarsambond.
Skótarørslan er gamal ? og tíverri eisini eitt sindur stirvin ? felagsskapur, og til tess at verða altjóða viðurkendur er neyðugt, at Føroyar er sjálvstøðug tjóð. Aloftast verður limaskapur í ST settur sum treyt fyri, um eitt land kann gerast limur í altjóða skótarørsluni.
Tískil mugu Føroyar vera umboðaðar gjøgnum Danmark í hesum máli, men arbeitt verður alsamt við at fáa føroyingum sjálvstøðugan limaskap. Og til ber eisini til altjóða stevnur at draga Merkið í húnar hátt, tó at undantaksloyvi má til.
60 ár næsta ár
Vanligt er at hava ávís evni frammi á landsfundinum, og hesaferð vóru kirkjulógirnar gjøgnumgingnar, kanska ógvuliga viðkomandi nú, tá so nógv verður tosað um yvirtøku av føroysku kirkjuni.
Eitt annað, ið fekk drúgva umrøðu á fundinum leygardagin, var, at skótarørslan í Føroyum næsta ár fyllir 60 ár.
Ætlanin er at skipa fyri fleiri tiltøkum í hesum sambandi. M.a. er ætlanin at skipa fyri einari stórari legu í Føroyum.
Eitt annað, ið eisini verður arbeitt við er, at geva út bók um skótaarbeiðið í Føroyum hesi farnu 60 árini, umframt at hugsað hevur verið um eina tónleikaútgávu.
So ikki kann sigast annað enn at nýggja nevndin fær úr at gera hetta komandi árið.