Skotbardagi í Gula Havinum

Herskip úr Norðurkorea og Suðurkorea skutu eftir hvør øðrum í morgun, og hetta er tann fyrsti samanbresturin av hesum slagnum í sjey ár. Suðurkoreanskar stjórnarkeldur siga, at eitt suðurkoreanskt herskip skeyt eftir einum norðurkoreonskum herskipi, tí tað kom inn um mark, og at hitt skipið svaraði aftur.

Sambært keldunum fekk tað norðurkoreanska skipið stóran skaða.

Norðurkorea avsanar, at skipið fór um markið og krevur eina umbering úr Suðurkorea. Tað krevur Suðurkorea eisini, skrivar tíðindastovan KCNA.