Skotini móti Serbia vóru ikki nóg neyv

Úrslitið var ikki øðrvísi, enn tað ofta hevur verið. Men okkara fótbóltsmenn spældu seg støðugt til møguleikar, sum fyrr ella seinni fara at geva okkum mál

Fótbóltur

 

2-0 til Serbia. Tað vóru tølini, tá ið síðsta bríkslið í gjárkvøldið hevði ljóðað á Tórsvølli, har tað stutt undan dystarbyrjan tóktist fara at verða rættiliga manntómt, men har hýrurin varð heilt góður, tí samanrenningin av fjepparafeløgum kring landið vísti stóra ábyrgd og alla tíðina stuðlaði.

Úrslitið var ikki so nógv øðrvísi, enn tað ofta er endað, tá ið Føroyar hava spælt móti stórum fótbóltstjóðum. Meiri enn so eru Føroyar áður eyðmýktar við 7-0 og 8-1 tapum ímóti gamla Jugoslavia, og tá ið tað eru fótfimir snillingar av Balkan, sum eru mótstøðumenninir, so er altíð vandi fyri, at tað kann enda heilt galið.

Longu í oktober 1991 var úrslitið í Landskrona 2-0 ímóti gamla Jugoslavia. Ta ferðina varð nógv gjørt burturúr, at føroyska liðið hevði havt tveir ella tríggjar møguleikar, sum kundu ella rættari sagt áttu at havt borið mál við sær.

Ta ferðina og so ofta síðani hevur luturin hjá føroysku spælarunum og føroyska liðnum verið í og kring egnan brotsteig at verja, at royna við longum sendingum ella ofta neyðspørkum fram á vøllin, og so hevur bara ein lítil løta verið, inntil tað var neyðugt við endurtøku.

Hugburðurin frá fyrstu tíðini, eftir at Føroyar vóru farnar upp í altjóða fótbólt, tykist vera varðveittur ella komin aftur. Ímóti Serbia í gjár sást, at spælararnir ofraðu seg fult og heilt, og at ein arbeiddi fyri allar og allir fyri ein.

Fyrstu árini tóktist tað hjá nógvum at bila við skjótleikanum og bóltførleikanum soleiðis, at føroysku spælararnir ikki fingu náðir at flyta seg, bjóða til og samanspæla frammi á vøllinum.

 

Í sama spori

Í gjár sást, at hvat hesum viðvíkur hava broytingarnar verið stórar. Tá ið Jógvan Martin Olsen síðsta heyst boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum landsliðsvenjari, vísti hann á, at avrikini í fjør høvdu bent á, at nú vóru manningarligar fyritreytir fyri betri og meiri framrættaðum og álopssinnaðum fótbóltsspæli.

Í fjør vóru úrslitini ofta á góðari leið. Nú er nýggjur venjari settur, og tað er hugaligt at staðfesta, at fyrsta royndin hjá Brian Kerr vísti, at tað verður bygt víðari á góðu gongdina frá í fjør.

Nýggi venjarin hevði ikki gjørt stórvegis broytingar í manning og spælskipan. Einasti nýggi maðurin, miðverjin Atli Gregersen, tóktist finna seg væl saman við Egili á Bø, Jónas Þór Næs - við teimum framúr longu og týdningarmiklu innkøstunum - var sannur brandur á høgra vongverja, og Jóhan Troest Davidsen stóð seg væl í vinstra verjuborði.

Vongverjarnir bjóðaðu seg fleiri ferðir til í álopspartinum, og Jóhan hevði í 1. hálvleiki fínan møguleika at leggja Føroyar á odda. Eftir snilt samanspæl við Símun Samuelsen, sum tykist trívast alt betri á landsliðnum, varð Jóhan leysur innanfyri serbisku verjuna. Einsamallur við málverjanum valdi vongverjin at leggja bóltin ímóti handara síðuneti. Tað hevði málverjin longu frammanundan lisið av. Hann legði seg so mikið tíðliga, at møguleiki hevði verið hjá Jóhan at lagt bóltin inn við nærra stólpanum.

 

Møguleikar og marginalir

Ógvuliga hugaligt var tað so ofta, sum tað eydnaðist okkara monnum at spæla seg ígjøgnum serbisku verjuna, og ógvuliga harmuligt var tað so ofta, sum tað ikki eydnaðist at fáa úrtøku burturúr møguleikunum.

Súni Olsen hevði fínan møguleika beinanvegin eftir uppspæl í høgru, men fluktarin eftir innleggið frá Símuni Samulesen fór dygst oman fyri handaru samankomingina. Og vit kundu hildið fram at nevnt møguleikar, tá ið eitt nú Christian Lamhauge Holst, Súni Olsen og innskifti Christian Høgni Jacobsen vóru í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at fáa mál.

At tað eydnaðist at spæla seg til møguleikar komst fyri ein part av, at serbiska liðið ikki spældi við tí ferð, tryggleika og flytingum, sum plaga at eyðkenna avrikini hjá liðum av Balkan. Tað tóktist sum um, at spælararnir eftir langt kappingarár kring Europa sóu fram til at fara í summarfrí í gjárkvøldið. Tað ráddi um at vinna uttan at leggja alt ov nógv fyri, og tað eydnaðist.

Tað var harmuligt, at tað skuldi ganga soleiðis, sum tað gjørdi. Gamaní hevði Jákup Mikkelsen í 1. hálvleiki onkrar refleksbjargingar av tí slagnum, sum hann er ein meistari í. Men sum tíðin leið, bendi alt á, at 1. hálvleikur skuldi enda málleysur. Ein minutt undan hvíldini kom hol á, og tá ið Serbia eitt korter eftir steðgin økti til 2-0, kendist tað sum um, at vónin um, at tað skuldi eydnast Føroyum at vinna stig, hvarv. Ikki fyrrenn síðstu løtuna royndu okkara menn at sprutta aftur, uttan at tað eydnaðist at fáa mál.

 

Størri tyngd

Eftir stendur fyrst og fremst leikliga avrikið, og at tað eydnaðist at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Ikki minst hugaligt er tað at staðfesta, at sentrali miðvøllurin er so stinnur, sum hann sjáldan man hava verið áður. Súni Olsen tykist vera við at koma í fullar umdreyningar, og Atli Danielsen og Fróði Benjaminsen arbeiddu sum úlvar og vístu samstundis, at teir saman við Súna megna væl at spæla, eisini tá ið tað er tætt kring teir.

At Símun Samuelsen og Bogi Løkin stríddust nógv í verjupartinum og samstundis megnaðu at vera ógvuliga skjótir fram í økini aftanfyri vongverjarnar hjá Serbia og at spæla væl bar við sær, at tað var meiri tyngd og broddur í føroyska álopspartinum, enn tað ofta hevur verið.

Serbar fóru væl nøgdir úr Føroyum, og hóast tað ikki eydnaðist a-liðnum at endurtaka bragdið týskvøldið hjá U21 liðnum, sum vann 1-0 á Russlandi, so vóru stórir glottar at síggja. Hesa ferð vóru marginalirnir ikki við. Men um avrikið verður tað sama næstu ferð, so eigur góða úrslitið, sum vit framvegis bíða eftir, at verða skift frá dreymi og til veruleika.

Skotini, sum ikki vóru nóg neyv ímóti Serbia, munnu fara at verða neyvari eina aðru ferð!