Skotini í Miðvági: Maðurin situr nú í varðhaldi í Føroyum

Tað er eisini greitt, at tað verður ákærin í Føroyum, ið tekur sær av málinum

36 ára gamli maðurin, sum 9. desember í fjør varð handtikin eftir skotbardaga við løgregluna, situr nú varðhaldsfongslaður í Føroyum, og tá málið einaferð kemur fyri rætt, verður tað í Føroya rætti.

Tað sigur Linda Margrethe Hesselberg, ákæri.

36 ára gamli maðurin varð varðhaldsfongslaður in absentia í Føroya rætti í desember, men av tí at hann varð skotin tvær ferðir í bringuna og einaferð í lærið, varð hann fluttur á ríkissjúkrahúsið í Danmark, har hann fyrstu tíðina sat varðhaldsfongslaður í surrogat, áðrenn hann varð fluttur í vanligt varðhald.

Av tí at føroyskir løgreglumenn vóru partur av málinum, var tað løgreglan í Danmark, ið framdi kanningararbeiðið, og varðhaldsfongslingin varð eisini longd í rættinum í Keypmannahavn.

– Hann er komin til Føroya fyri nøkrum mánaðum síðani. Orsøkin til at danska løgreglan hevur kannað málið er, at tað var ein løgreglumaður, sum skjeyt. So skal tað kannast, um løgreglumaðurin gjørdi nakað galið. Og nú er so komin ein avgerð frá ríkisákæranum, sum sigur, at har er einki galið farið fram. Málið er kannað, og har er eingin illgruni um revsiverd viðurskifti.

Sostatt er danski kanningarparturin liðugur, og 36 ára gamli maðurin er fyri nøkrum mánaðum síðani fluttur í varðhald í Føroyum, sigur Linda Margrethe Hesselberg, sum eisini fortelur, at rættslæknaráðið hevur framt mentalkanning av manninum.

Málið er tí aftur á føroyskum hondum, og tað verður ákærin í Føroyum, ið skal føra mannin fyri rætt.

Ákæran sjálv er kortini ikki komin upp á pláss enn, sigur Linda Margrethe Hesselberg.

– Vit hava ikki ákært hann enn. Verjin, Jógvan Elias Winther Poulsen, hevur verið í vestara landsrætti. Hann kemur aftur fyrst í november, og tá er ætlanin at samskifta um tíðarætlan.