Í kvøld vóru 10 teir seinastu HM-undankappingardystirnir leiktir í evropeisku HM-undankappingini.
Her eru úrslitini, málskjúttarnir og endaligu støðurnar í teimum fimm HM-undanbólkunum, ið vóru avgreiddir í kvøld.
Bólkur B:
Kosovo-Sveis 1-1 (0-0)
0-1 Ruben Vargas ('47 )
1-1 Florent Muslija ('74 )
Svøríki-Slovenia 1-1 (0-0)
0-1 Timi Elsnik ('64 )
1-1 Gustav Lundgren ('87 )
Sveis vann bólkin við 14 stigum. Kosovo hevur 11 stig, og teir skulu spæla Play Off dystir um at sleppa til HM-endaspælið. Slovenia hevur fýra stig, og Svøríki endaði aftast við tveimum stigum. Svøríki sleppur tó til Play Off dystirnar gjøgnum Nations League.
Bólkur C:
Skotland-Danmark 4-2 (1-0)
1-0 Scott McTominay ('3 )
1-1 Rasmus Hojlund, br. ('57)
2-1 Lawrence Shankland ('78 )
2-2 Patrick Dorgu ('82 )
3-2 Kenny McLean ('90+ )
4-2 Kieran Tierney ('90+ )
Belarus-Grikkaland 0-0
Skotland vann bólkin við 13 stigum. Danmark hevur 11 stig á øðrum plássinum. Grikkaland hevur sjey stig, og Belarus er aftast við tveimum stigum.
Bólkur E:
Spania-Turkaland 2-2 (1-1)
1-0 Dani Olmo ('4 )
1-1 Deniz Gul ('42 )
1-2 Salih Ozcan ('54 )
2-2 Mikel Oyarzabal ('62 )
Bulgaria-Georgia 2-1 (2-0)
1-0 Georgi Rusev ('10 )
2-0 Filip Krastev ('24 )
2-1 Luka Lochoshvili ('88 )
Spania vann bólkin við 16 stigum, og Turkaland hevur 13 stig á øðrum plássinum. Georgia og Bulgaria hava bæði trý stig.
Bólkur H:
Eysturríki-Bosnia Hersogovina 1-1 (0-1)
0-1 Haris Tabakovic ('12 )
1-1 Michael Gregoritsch ('78 )
Rumenia-San Marino
0-1 Nicolas Giacopetti ('2 )
1-1 Dante Rossi ('13
2-1 sjálvmál ('29 )
3-1 Dennis Man ('42 )
4-1 sjálvmál ('57 )
5-1 Ianis Hagi ('76 )
6-1 Andrei Ratiu ('82 )
7-1 Louis Munteanu, br. ('86 )
Eysturríki vann bólkin við 19 stigum, og Bosnia Hersogovina hevur 17 stig á øðrum plássinum. Rumenia hevur 13 stig og Kýpros hevur átta stig. San Marino endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.
Bólkur J:
Belgia-Liktinstein 7-0 (3-0)
1-0 Hans Vanaken ('3 )
2-0 Jeremy Doku ('34 )
3-0 Jeremy Doku ('41 )
4-0 Brandon Mechele ('52 )
5-0 Alexis Saelemaekers ('55 )
6-0 Charles De Ketelaere ('57 )
7-0 Charles De Ketelaere ('59 )
Wales-Norðurmakedonia 7-1 (3-1)
1-0 Harry Wilson br. ('18 )
2-0 David Brooks ('21 )
2-1 Bojan Miovski ('23 )
3-1 Brennan Johnson ('37 )
4-1 Daniel James ('57 )
5-1 Harry Wilson ('75 )
6-1 Harry Wilson, br. ('81 )
7-1 Nathan Broadhead ('88 )
Belgia vann bólkin við 18 stigum, og Wales er nummar tvey við 16 stigum. Norðurmakedonia hevur 13 stig og Kasakstan hevur átta stig. Liktinstein endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.











