Í gjár vóru fyrstu dystirnir í EM 2020 undankappingini. Millum mest óvæntaðu úrslitini var ein 3-0 sigur til Kasakstan á heimavølli móti Skotlandi. Gott nokk eru tað nógv ár síðani, at skotar hava havt eitt gott landslið, men so galið plagar tað ikki at ganga.
Teir eru í bólki I, har tveir aðrir dystir eisini vóru í gjár. Kýpros vann heili 5-0 á San Marino, meðan favorittarnir úr Belgia vunnu 3-1 á Russlandi. Her skoraði Eden Hazard tvær ferðir fyri vertirnar.
Holland verður verið í einum aldurdali, men tykist verða á veg at koma fyri seg. Við tveimum málum frá Memphis Depay og einum í part frá Virgil van Dijk og Georginio Wijnaldum vann Holland 4-0 á Hvítarusslandi. Hin dysturin í bólki C endaði við 2-0 sigri til Norðurírland móti Estlandi.
Í bólki E var Aserbadjan eitt skifti á odda móti Kroatia, sum í summar var í HM-finaluni. Heimaliðið megnaði tó at venda dystinum og vinna 2-1. Í hinum dystinum í bólki E vann Slovakia 2-0 á Ungarn. Í bólki G vóru tríggir dystir. Pólland vann 1-0 í Eysturríki, Norðurmakedonia vann 3-1 á Lettlandi, meðan Ísrael og Slovenia spældu javnleik 1-1.
Í dag verða eisini fleiri dystir í undankappingini. Eitt nú skal Ongland spæla móti Kekkia, Frakland er í Moldova, meðan Portugal fær vitjan av Ukraina. Grannarnir úr Íslandi eru á vitjan í Andorra.