Skotland vann 7-2 á Føroyum

Heidi Sevdal skoraði bæði tey føroysku málini í 2. hálvleiki, sum endaði 2-2

LIÐUGT

2-7

90) Laila Pætursdóttir er komin á vøllin í staðin fyri Íðunn Magnussen (87.).

 

Føroyar hava tiltuskað sær fyrsta hornasparkið í dystinum. 

85) 2-7: Heidi Sevdal 83.

Eftir langt útspark frá Randi Wardum og framlegging frá Olgu Kristinu Hansen hevur Heidi Sevdal enn eina ferð skorað. Hesa ferð rann hon seg leysa í vinstru, og av brotsteigarsamankomingini fluktaði hon bóltin upp um málverjan og inn í handara síðunetið.

 

 

 

82) 1-7: Heidi Sevdal 82.

Etir verjukiks fekk Olga Kristina Hansen bóltin. Hon spældi Heidi Sevdal, sum rann frá verjuni, og skoraði fyrsta málið fyri Føroyar í undankapping!

 

 

77) 0-7

eftir uppspæl í vinstru og flatt innlegg er7-0.

Lív Arge er komin á vøllin í staðin fyri Sigrun Kristiansen.

 

70) Eftir gott uppspæl var megnaði Heidi Sevdal at renna seg leysa frammanfyri skotsku verjuna, sum kroysti hana nógv. Heidi royndi móti málinum, men bólturin fór ein metur omanfyri tvørtræið.

Føroysku spælararnir eru rættuliga farnar at møðast.

 

62) 0-6

Fyrsta korterið hevur tað verið friðarligari, enn tað var í 1. hálvleiki. Føroyska liðið hevur víst betri vilja og hugburð, og tað hevur verið fremri á vøllinum enn undan steðginum, men nú var aftur mál.

 

 

 

45) Hóast føroyska liðið støðugt er undir øgiligum trýsti, so hevur tað verið eitt vet minni síðstu løtuna, enn tað var fyrsta hálva tíman. Kanska eisini tí skotska liðið ikki leggur so nógv fyri nú.

 

 

Fyrsta hálva tíman hevur Skotland havt ellivu royndir á málið hjá Randi Wardum. Føroyar hava framvegis onga roynd havt.

 

28) 0-5!

 

Tað gongur ikki væl í kvinnulandsdystinum millum Føroyar pg Skotland. Miðskeiðis í 1. Hálvleiki er støðan 4-0 til Skotland. Tvey tey síðstu málini eru skorað innanfyri hálvan minutt miðskeiðis í 1. hálvleiki.

 

Føoyar-Skotland l. 17.15

Dómari: Sandra Bastos

 

Føroyar: Randi Wardum – Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Liljan Petersen, Rakul Johannsen (Sigrid Jacobsen, 20.) – Íðunn Magnussen, Ansy Sevdal, Sigrun Kristiansen, Oddrún Danielsen – Olga Kristina Hansen – Heidi Sevdal