Skotskt felag vil hava Víkinga-leikara

Felagið ætlar at hann skal avloysa skotskan landsliðsleikara.

Mánadagin letur flytingargluggin upp í føroyskum fótbólti, og ein leikari, sum kann vera á veg til at fremja eitt áhugavert skifti, er Ari Olsen hjá Víkingi.

Í øllum førum sýnir skotska felagið Kilmarnock, sum spælir í skotska Premier League, áhuga í 21 ára gamla høgrabakkinum, sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling á Skála, men er í holt við sítt fyrsta kappingarár í Víkingi.

Tað er skotska blaðið The Herald, sum skrivar at Kilmarnock gjarna vil hava Ara Olsen. Felagið leitar eftir avloysara fyri skotska landsliðsbakkin, Stephen O'Donnell, sum hevur valt at leita sær eftir einum øðrum felagi.

The Herald skrivar, at Ari Olsen hevur eina treyt í sáttmálanum við Víking, sum ger at hann kann skifta ókeypis.

Ari Olsen hevur spælt allar minuttirnar á Víkinga-liðnum hetta kappingarárið. Hann hevur  umboðað føroysku U17-, U19- og U21-landsliðini.

Skotska kappingarárið bleiv orsakað av korona-smittuni avblást tríggjar dystir áðrenn kappingarlok. Støðan í deildini varð gjørd um til endaligt úrslit, og Kilmarnock endaði nummar átta av teimum 12 liðunum í deildini.