Andy Murray gjørdist í gjár fyrsti bretin í 71 ár, sum vann Queens, ið er verður roknað sum upphiting til Wimbledon í tennis. Murray vann trygt 2-0 á James Blade, og eftir finalusigurin staðfesti langlimaði skotin, at hann er sera væl fyri í løtuni. – Í løtuni spæli eg betur, enn eg nakran tíð fyrr havi gjørt. Nú vantar mær bara at vinna eina Grand-Slam, segði hann við bretskar miðlar.