Skotsku skjúttarnir burtur

Tveir av vandamestu skotsku áleyparunum verða ikki við í hópinum, sum fer til Føroya. James McFadden, sum spælir við enska Everton, hevur tvær ferðir áður skorað móti Føroyum, men hann hevur brotið eitt bein í fótinum. Hartil fekk Kenny Miller ein vøddaskaða í læarið, tá Celtic spældi steypafinalu.

Enn hevur skotski landsliðsvenjarin tó bert tikið Garry O’Connor út fyri McFadden.

- Vit hava longu mist McFadden, og tí er Kenny enn meira týdningarmikil hjá okkum. Hann hevur skotið nógv mál fyri Skotland og hevur ein sera sterkan vinnarahugburð, og vilja vit royna alt tað, vit eru mentir, fyri at fáa hann tøkan til dystin, sigur hjálparvenjarin hjá skotska landsliðnum, Roy Aitken, við skotska Daily Record.

Celtic-venjarin, Gordon Strachan, ivast tó í, um tað verður gjørligt hjá Miller at spæla.

- Eg meti ikki, at hann fær spælt. Talan er tíverri um ein rættiliga álvarsligan skaða, sigur Strachan við Daily Record.

Við Kris Boyd, Craig Beattie, Shaun Maloney og Gary O’Connor í hópinum hevur Alex McLeish tó framvegis fleiri streingir at spæla upp á í álopinum.