Skráin til Okkara Tórsfest er tøk

Komandi leygardag verður Okkara Tórsfest í gongugøtuni í Havn. Áhoyrarar kunnu gleða seg til eitt risa tiltak í serflokki, og longu eru fleiri atgongumerki seld enn í fjør. Nú er skráin tøk.

Carpark North hava áður prógvað, at teir kunnu fáa eina fjøld at hoppa og rokka. Elektroniski rokkbólkurin, sum m.a. eigur hittini Transparent & Glaslike, Human, Army of open Arms fer at borðreiða við einum giga showi, sum fær allar glaðar sálir at skrála við.

 

Heimskendu genturnar í Icona Pop hava verið á útseldum konsertferðum saman við Miley Cyrus, Katy Perry og One Direction og hava spælt á óteljandi festivalum og konsertum kring heimin. Í fjør vórðu tær eitt av stóru nøvnunum á Roskilde Festivalinum. Og nú fáa vit tær á Okkara Tórsfest 2018.

 

Burak Yeter er maðurin handan monsterhittið “Tuesday”, sum hevur buldrað alt summar á dansigólvum og útvarpsrásum kring heimin.

 

Smokie hava pakkað kuffertini á tremur við vælkendu hittunum og eru klárir til eina syng-við veitslu av besta slag.

 

Burhan G er fólkaogn í Danmark og hevur ferð eftir ferð prógvað, at hann dugir at framleiða popptónleik í heimsflokki, og hetta fer hann eisini at vísa føroyingum á Okkara Tórsfest.

 

Harumframt bjóðar Okkara Tórsfest Maria Montel, Jacob Dinesen, Danny and The Veetos, Signar í Homrum, Vit vilja ongantíð doyggja, Barnadix og Bubu.

 

Okkara Tórsfest byrjar leygardagin 21. juli kl. 16:00.