Óskrásettur bilur á ognini hjá Tom Hagen

- Bilførarin vildi ikki steðga og valdi at koyra víðari. Tískil noyddust vit at tvangssteðga bilinum, sigur norska løgreglan.

 

 

Norska løgreglan skrivar í dag á Tvitter, at tey hava steðgað einum óskrásettum, hvítum Audi A3 bili, sum hevði verið inni á ognini hjá norska miljarderinum, Tom Hagen, í Lørenskog. 

- Fyrst varð bilurin eftirlýstur av løgregluni. Men, umleið 15 minuttir eftir, at bilurin hevði koyrt úr økinum við Sloraveien, har húsini hjá Tom Hagen eru, varð bilurin steðgaður av løgregluni.

Tað skrivar VG í dag, og tey endurgeva eisini løgregluna fyri at siga, at støðan við bilføraranum nú er undir eftirliti.

- Talan er um ein bil, sum koyrdi inn á ognina, haðani bilurin koyrdi burtur aftur og gjørdi skaða á eitt træportur og eina garaguhurð, sigur átaksleiðarin í norska løgregluøkinum, Terje Skaftnes.

Tað var í dag klokkan 16.59 lokala tíð, at løgreglan fekk boð um hendingina.

Løgreglan skrivar á Tvitter, at bilførarin, sum er í 30-árunum, var ávirkaður, og at viðkomandi nú verður kannaður hjá læknavaktini.

- Bilførarin steðgaði ikki fyri eftirlitinum og valdi at koyra víðari. Tískil noyddust vit at tvangssteðga bilinum. Onkrir materiellir skaðar stóðust av hendingini, sigur átaksleiðarin, Terje Skaftnes.

Løgreglan vil í løtuni einki siga um, hví bilførarin var inni á ognini hjá miljarderinum, Tom Hagen, sum er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen.

Tað var hin 31. oktober í 2018, at ríkmanskonan hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog, og higar til dags hevur hon ikki givið frá sær lívstekin. Norska løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin.

Skuldsetti maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, sum annars er leyslatin, er ikki sloppin heim til sín sjálvs í meira enn hálvan triðja mánaða, tí løgreglan ger framvegis kanningar á ognini.

##med2##