Tiltakið byrjaði longu í gjárkvøldið, men har verður nokk á skránni bæði í dag, morgin og sunnudagin.
Í gjár lat framsýning upp við systkjunum Onnu Sofíu og Ellindi Egilstrøð, sum skipa fyri tiltakinum. Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rógvi Egilstoft, setti tiltakið, og so var tónleikur við Hans Jacob Kollslíð, Marjun Wolles og Fróða Bjarnason.
Fyri vikuskiftið sær skráin soleiðis út:
Fríggjadagin 18. november
Kl 14.00 til 20:00 framsýningin er opin
Leygardagin 19. november
Kl 12:00 til 22:00 framsýningin er opin
Kl 14:00 Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð syngur og Eiðis ljómfelag fer at spæla. Birgir Kruse fer at hugleiða um estitikk á Eiði við heitinum ”Minnið skal grógva í lendinum”
Kl 20:00 Konsert við Marius og bólki. Atgongumerkir kunnu keypast á www.eidistiltok.fo til konsertina við Marius og bólki.
Sunnudagin 20. november 2022
Kl 14:00 til 18:00 framsýningin er opin
Øll tiltøkini uttan konsertin við Marius og bólki eru ókeypis.
Les annars meira um tiltakið HER.
##med2##
##med3##