Skrapt er nýggjur festivalur í Havn

Tónleikafestivalurin verður 7. - 9. juli.

"Skrapt" er heitið á nýggjum tónleikafestivali, sum verður mitt í Havn í summar. 

 

Stigtakararnir lýsa festivalin soleiðis:

 

– Skrapt er nýggjasta ískoytið til føroyska mentanarpallin. Ein miðdepil fyri nýggjasta ljóðið, heitastu nøvnini og livandi veitstluhýri. Skrapt liggur í hjartanum í Tórshavn. Niðasti partur av Tórsgøtu verður karmur um festivalin.

 

– Vit ynskja at vísa fram tað besta av tí besta, tað skrappasta av tí skrappa, og kitla tínar sansir á ein hátt, tú ikki visti, at tær dámdi.

 

Ein av stigtakarunum er Sunneva Háberg Eysturstein, og hon segði herfyri í samrøðu við Kringvarpið, at hon helt, ein festivalur manglar í Havn.

 

Tey hava longu avdúkað fleiri nøvn. Eitt nú Joe & The Shitboys, Janus Rasmussen, Supervisjón og Ayphin, sum alt eru føroyingar.

 

Umframt føroysku nøvnini verða fleiri íslendskir einstaklingar og bólkar eisini at hoyra. Millum tey nøvn, ið longu er avdúkað, eru Gugusar, Hermigervill og DJ Flugvél & Geimskip.

 

Skrapt verður 7. - 9. juli.