Í minsta lagi 257 fólk eru deyð í vatnflóð og skriðulopum nærhendis brasilska stórbýnum Rio de Janeiro. Myndugleikarnir siga, at í nógvum húsum lógu fólk og svóvu, tá skriðulop tóku húsini við sær oman líðina, og tí vænta myndugleikarnir, at illveðrið hevur kravt uppaftur fleiri mannalív.
-Eg rokni við, at vanlukkan hevur kravt nógv fleiri mannalív enn higartil upplýst, sigur umhvørvismálaráðharrin í statinum Rio de Janeiro, Carlos Mine, við sjónvarpið.
Tað hevur eisini verið illveður á leiðini við býin Sao Paolo, og har hava minst 13 fólk latið lív.
Skriðulop krevja ofta nógv mannalív í Brasil, tí nógv fátæk fólk búgva í vánaligum húsum uppi í fjallalíðunum. Fyri níggju mánaðum síðani vóru eisini nfleiri skriðulop við Rio de Janeiro, og tá doyðu umleið 180 fólk.