Tey, ið hava børn, ið eru fødd fyri 1. januar í 2011, hava nú høvið at skriva tey upp til at byrja í 1. flokki í skúlunum í Tórshavnar kommunu.
Felags innskrivingin veður sum vant á Reinsarínum – men kann eisini gerast á netinum á leinkju, sum sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Freistin at skriva inn á netinum er 19. januar 2017 klokkan 18.
Innskriving á Reinsarínum til skúlarnar í Tórshavn, Hoyvík og á Argjum er á Reinsarínum mikudagin 18. og hósdagin 19. januar 2017, báðar dagarnar klokkan 15.-18.
– Tað ber til at biðja um at fáa barn í ein av skúlunum, men er pláss ikki fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tá ið innskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð frá skúlanum, har barn teirra skal í 1. flokk.
Foreldur, ið ætla at skriva børn í forskúla í Sankta Frans skúla ella í forskúla í Skúlanum á Argjahamri, kunnu skriva tey inn á torshavn.fo – ella í Reinsarínum mikudagin 18. ella hósdagin 19. januar 2017.