Ikki færri enn 51 rapportir blivu skrivaðar, tá ið ferðsluløgreglan var úti og gjørdar kanningar i Eysturoynni fyrrapartin í gjár.
Fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið, tí teir ikki høvdu spent børnini í trygdarbeltið. Ikki færri enn 19 bilførarar fingu bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær. 13 sótu í ongum trygdarbelti, og í átta førum bleiv bót skrivað fyri lyktafeilir.
- Tað vóru eisini onnur viðurskifti so sum óvirkin hondbremsa, koyring uttan førararætt, útgingið koyrikort, ólóglig dekk, viðfestivogn uttan ljós og tveir bilførarar tosaðu í fartelefon. Eisini fáa tveir bilførarar bót fyri at koyra uttan at hava koyrt ísin av rútinum, so sýnið hjá teimum var avmarkað, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Hann sigur, at tað er einki at ivast í, at løgreglan fer at gera fleiri slík átøk í økinum, nú so nógvar rapportir blivu skrivaðar í gjár.