Seinasta vikuskiftið var umsitingarligi leiðarin fyri Nordisk Kulturfond í Føroyum. Umframt ymsar fundir, so vóru ørindini eisini at halda ein fyrilestur fyri føroyingum, har tosað varð um hvat og hvussu viðvíkjandi umsóknum um stuðul.
Sosialurin fangaði svian í Norðurlandahúsinum leygardagin.
Navnið er Mats Jønsson, og starvið er sum áður nevnt umsitingarligur leiðari fyri Nordisk Kulturfond. Sjálvt heitið umsitingarligur leiðari er ikki tað almenna heitið, men heldur eitt starvsheiti, sum undirritaði sjálvur hevur snøggað til. Á visitkortinum hjá Mats Jønsson stendur ?Special Adviser?. Arbeiðið hjá honum snýr seg nú einaferð um at umstita innkomnu umsóknirnar, sum verða senda Nordisk Kulturfond. Eisini fæst hann við at fyrireika ymiskt og av og á halda fyrilestrar.
Svii
Sjálvur er Mats Jønsson svii. Hann er sjálvur triðja starvsfólki hjá Nordisk Kulturfond. Tað er Nordisk Ministerråd, sum stendur fyri grunninum. Mats Jønsson er úbúgvin lærari. Hann hevur eitt ótal av royndum frá tílíkum millumlanda arbeiði. Grunnurin letur hvørt einari 26 mió í stuðuli.
Tað heldur ikki hissini uppgáva, sum Mats og hini í umsitingarliga partinum av Nordisk Kulturfond hava. Hvørt ár koma einar 1000 umsóknir. Tað eru tvær innlatingafreistir um árið. Uppgávan hjá Mats og hinum er síðani at viðgerða allar umsóknir og leggja tær, sum lúka treytirnar fyri nevndina. Tað er nevndin, ið í hvørjum einstakum føri skal taka avgerð, um tann einstaka umsóknin skal fáa eina játtan ella ikki.
Norðurlendskt meirvirði
Tað eru nakrar treytir, sum verða settar, um ein umsókn um stuðul skal verða gingin á møti. Fyrsta treytin er, at umsóknin umfatar eitthvørt samstarv millum í minsta lagi trý norðurlond. Umsóknir, ið einans umfata tvinni ella minni norðurlond verða sendar aftur beinanvegin við teirri fráboðan, at eingin stuðul verður givin.
Eisini eru nakrar treytir viðvíkjandi roknskapi, sum eisini skulu verða hildnar.
Grunnurin raðfestir fyri hvørji fimm ár, hvørji mentunarliga áhugamál grunnurin serliga skal røkja. Ì hesum sambandi nevnir Mats Jønsson, at útnorður, t.e. eitt nú Føroyar, altíð verður raðfest ovarliga.
- Tað hevur alstóran týdning at roynt verður at skapa eitt norðurlendskt meirvirði í einum og hvørjum, sum vit skulu veita stuðul til, sigur Mats Jønsson.
Mats sigur eisini, at tað somuleiðis hevur týdning, at eitt nú føroysk mentan eisini knýtur bond við hinar kantarnar av norðurlendska samstarvinum, her verður einamest sipað til Finnland. Eitt nú kann verða víst á framførsluna av Macbeth, sum eftir ætlan skal vera í Føroyum fyrst í komandi ári. Her verða so at siga allir endar av norðurlendska samstarvinum knýttir saman, og hetta er nakað, sum tey í Nordisk Kulturfond dáma.
Grunnurin veitir stuðul til at kalla øll endamál. Tó verður ikki veittir stuðul til byggingar ella umvælingar.
Tá hann verður spurdur um, hvat føroyingar skulu gera fyri at fáa størri part av stuðulskrónunum, so ljóða boðini greitt: Føroyingar, eins og øll onnur, skulu skriva betir umsóknir. Tá tosað verður betri umsóknir, so verður sipað til, at greitt verður nágreiniligt frá, hvussu hetta, sum sókt verður um, eitt nú kann skapa norðurlendskt meirvirði eins og at umsóknin er fyndug og byggir á realistisk mál.
Nevndin, sum tekur endaligu avgerðirnar um hvør skal fáa stuðul, hevur eitt føroyskt umboð; Jóannes Dalsgaard umboðar øll tey sjálvstýrandi økini í norðurlendska samstarvinum.
Mars og september
Umsóknarfreist er tvær ferðir um árið; 15. september og 15.mars. Einar tríggjar mánaðir seinni fáa so teir ymsu umsøkjarnir at vitja, um júst teirra umsókn er gingið á møti. Mats Jønsson vónar at síggja nógvar og góðar føroyskar umsóknir hesuferð, tí her er ein møguleiki hjá føroyskum mentunarlívi at fáa eitt sindur av kærkomnum pengum.
Um tað er onkur, sum kanska kundið havt áhuga at søkt, so ber til at kaga út á alnetið á nordiskkulturfond.dk.