Mikukvøldið 28. januar kl. 17.30 verður aftur skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju.
Vanligt hevur verið, at síðsta mikukvøld í mánaðinum bjóðar kirkjan øllum inn til eina máltíð. Byrjað verður við eini góðari bíbilsøgu í erva. Nú hol er sett á nýggja árið er gjørt av at halda fram við hesi vælumtóktu siðvenju, frættist úr Hoyvíkar kirkju.











