Skryktar úr dreymasongini

Talan var sjáldan um nakað spæl, ið borgar fyri fimta gullmerkinum á rað, tá Føroyar fingu óvæntaðar – og stórar – trupulleikar av uppsettu vertskvinnunum

Tað var væntandi, at talan bara var um avgreiðsluspurning, tá føroysku flogbóltskvinnurnar sunnukvøldið spældu sín fyrsta dyst.

Rhodos hevur ikki áður havt lið við í flogbólti, og tí vóru neyvan tær heilt stóru vónirnar til, at tær skuldu gera so øgiligar skreytir.

Um føroysku kvinnurnar framdu klassiska mistakið við at undirmeta mótstøðuna, er ilt at siga. Men ivaleyst hevur verið gjørt ótilvitað onkrastaðni. Og tá tær av Rhodos brádliga sóu, at tær kundu gera ein vørr móti ferfaldu gullvinnarunum, vildu tær so sanniliga taka av.


Beach-venjing

Hóast flogbólturin sjálvur ikki er so stór ítróttagrein á Rhodos, so er stranda-útgávan av spælinum avgjørt nakað, sum fólk íðka. Og ivaleyst var tað eisini eitt lið við royndum frá hesum, sum føroysku kvinnurnar hittu.

Tí tær vóru nú avgjørt ikki fyri nothing. Bæði móttøkur og hevingar vóru á góðum støði, og smash er í øllum førum nakað, sum er kent frá beach volley.

Og tá okkara so als ikki vóru til reiðar til eina somikið trupla uppgávu, gav tað skjótt at bíta.

Rhodos byrjaði við buldur og brak, og kom skjótt á 12-4. Og hóast munurin minkaði, sum dysturin gekk, so var fyrsta settið meira enn nakað ein staðfesting av, at hetta bleiv ikki lætt. Ikki minst tí tað aloftast er so sera trupult at venda gongdini, um tú ikki ert til reiðar frá dystarbyrjan.

Hetta gjørdist eisini alt sjónligari, sum dysturin leið. Hóast føroysku kvinnurnar royndu at heppa og toga hvørja aðra, so vildu hópurin av persónligum mistøkum ikki hvørva. Í nógvum førum eisini frá meira roynda partinum av liðnum, sum annars hevur verið fyri stórari útskifting seinastu tvey árini. Ein rotatiónsfeiliur gav tó at enda settbólt til okkum, og tá hesin varð gagnnýttur, hildu tey flestu helst, at nú var kósin rættað.


Mentalt sterkari

Tað var hon nú als ikki. Rhodos hevði leiðsluna allan vegin. Og tó at Føroyar vardu fyri trimum settbóltum, so var hetta ikki nóg mikið.

Og tað skuldi gerast verri. Fjórða settið var nevnliga um at gerast tað seinasta. Nakrir mest sum fatalir brølarar frá royndum spælarum broytt 23-21 til 23-24, og so hevði Rhodos brádliga matchbólt. Høllin var nú eisini spakuliga komin í kók, og væl stuðlaðar av føroysku áskoðarunum, ið mest sum høvdu hersett høllina, megnaðu kvinnurnar kortini at verja fyri. Og tá tær eftir marathon-bólt vunnu sær settból, tóktist hetta geva mótstøðuni mønustingin.

Ivin var í øllum førum totalt burtur í javnbrótaranum. Bæði servur, smash og móttøkur sótu brádliga, og so vórðu tær hjá Rhodos mest sum trumlaðar umkoll í einum dysti, har tær høvdu givið alt. Men kortini ikki fingu tað løn, sum tær kanska høvdu uppiborið.

Úr einum føroyskum sjónarhorni var rhodesiska vónbrotið tó til at liva við. Hjá okkum hevði tað týdning, at flogbóltskvinnur okkara framvegis hava karakter, tá mest stendur á. Men fyri tað nýtist teimum ikki at gera allar dystirnar eins spennandi.