Umleið 150.000 mannalív kravdi flóðaldan í Indiska havinum, og nógv túsund fólk eru ikki komin afturíaftur. Tíðindafólk og myndafólk hava greitt frá tí, sum hendi og ikki minst tí, sum hendi aftaná. Allastaðni eru fólk til reiðar at veita hjálp til eitt átak, sum uttan iva er tað størsta av sínum slagi síðani seinna heimsbardaga.
Men hetta eigur og má ikki fáa okkum at gloyma tey mongu túsundtals, ja milliónir av menniskjum, sum líða neyð aðrastaðni í heiminum, annaðhvørt tað so er orsakað av kríggi, hungri, turki ella øðrum. Tí ein sannroynd er tað, at síðani annan jóladag hava vit lítið og einki frætt um viðurskiftini hjá hesum neyðstøddu.
ST vil vera við, at umleið 17 prosent av fólkinum í teimum fátæku londunum líða neyð, tí tey fáa ov lítið at eta. Rætt er tað, at hagtølini siga okkum, at talið á fátækum í heiminum er minkað úr 30 prosentum av heimsins íbúgvum í 1990 í 23 prosent í dag, men somu hagtøl vísa eisini, at talið á fátækum londum er vaksið í sama tíðarskeiði, soleiðis at tey nú eru 54 í tali. At talið á fátækum fólki er minkað kemst av tí stóra búskaparvøkstrinum í Kina, sum hevur gjørt, at 150 milliónir kinesarar eru slopnir burtur úr fátækradøminum, men í teimum afrikonsku londunum sunnan fyri Sahara-oyðimørkina eru viðurskiftini hjá teimum fátæku lítið og einki batnaði, og í fleiri vesturafrikonskum londum er fátækradømið størri nú enn fyrr. Tað er heldur ikki bara fátækradømið, sum nívir. Okkum nýtist bert at nevna Sudan, Somalia, Uganda, Kongo ella Kekenia.
Sudan
ST hevur lýst kreppuna í sudanska landspartinum Darfur sum ta ringastu humaniteru kreppuna í heiminum í dag. Tað byrjaði við ófriði í februar í 2003, tá ymsir uppreistrarbólkar gjørdu seg inn á myndugleikarnar, og úrslitið varð, at bæði stjórnarhermenn og tey tiltiknu Janjaweed-liðini fóru at gera seg inn á sivilfólkið. Ágangurin hevur tikið umleið tvær milliónir fólk frá húsi og heimi, tey flestu av afrikonskum uppruna, sum tey arabisku Janjaweed-liðini hava rikið burtur, meðan sudanska stjórnin hevur sitið og hugt at. Umleið 70.000 hava latið lív í áganginum.
Har suðuri í Sudan hava uppreistrarmenn ligið í stríði við stjórnarherin síðani 1955 burtursæð frá einum tíggju ára longum steðgi. Í fjør eydnaðist tað at fáa partarnar at semjast, men kortini er ikki friður enn. Hetta kríggj hevur kostað umleið hálva triðju milliónir mannalív, og fleiri hjálparfelagskapir hava lýst tað sum fólkamorð. Um alt Suðursudan liggja bygdir og býir í oyði.
Somalia
Tey seinastu tjúgu árini hevur somaliska fólkið liðið undir kríggi, ótta, fátækradømi og hungri orsakað av borgarakríggi. Meðalaldurin er 47 ár. Har suðuri í landinum hava børnini ikki gingið í skúla seinastu fjúrtan árini, tí har eru eingir skúlar longur. Har eru heldur eingi sjúkrahús. Myndugleiki er eingin, eingin stjórnarherur, eingin løgregla og einki dómsvald. Men flóttafólk í hundraðtúsundatali. .
Norðmaðurin Jan Egeland, sum samskipar øll neyðhjálpartiltøk hjá ST, hevur sagt, at av teimum sjey milliónunum, sum búgva í Somalia, eru meiri enn 350.000 fólk flýdd av landinum, og onnur 400.000 royna at bjarga sær sum frægast innan fyri landamarkið. Sambært Jan Egeland er Somalia ein av teimum ringastu vanlukkunum, sum heimssamfelagið hevur gloymt.
Kongo
Kreppan í Demokratiskia Lýðveldinum Kongo er gomul. Morð og forfylging hava verið gerandiskostur har síðani 1959.
Fleiri ferðir hava hermenn hjá grannalandinum Rwanda gjørt innrás inn um markið at jagstra hutu-hermenn, sum vóru uppi í fólkamorðinum í Rwanda í 1994. Ein innrás var í 1998, og hon endaði við einum fimm ára longum kríggi, har seks lond vóru uppií. Tá teir fremmandu hermenninir fóru avstaðaftur, lá Demokratiska Lýðveldið Kongo í sori. Eingin veit við vissu, hvussu mong mannalív kríggið kravdi, men flestu metingar siga, at talan var um fleiri milliónir, og heldur ikki í dag kunnu fólk har kenna seg trygg.
ST-aðalfundurinm hevur umrøtt viðurskiftini í Kongo, og Kofi Annan, aðalskrivari, hevur fleiri ferðir síðani sagt seg stúra fyri gongdini har. ST hevur 10.000 hermenn í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, men teir eru alt ov fámentir. Kofi Annan hevur biðið altjóða samfelagið tvífalda talið, men áhugin hevur verið so sum so.
HIV/AIDS
Vanliga rokna vit HIV/AIDS sum eina heilsuvanlukku, men í veruleikanum er tað ein stór menningarvanlukka. Kring heimin eru 42 milliónir fólk skrásett HIV-positiv, og av teimum búgva meiri enn 95 prosent í londunum sunnan fyri Sahara. Har doyggja tíggju ferðir so mong av AIDS sum av kríggi og øðrum kreppum. Sjúkan er eirindaleys og ger ikki mun á fólki. Tí rakar hon møður, pápar, lærarar, starvsfólk í heilsuverkinum, onnur almenn starvsfólk og arbeiðsmenn. Avleiðingarnar eru, at samfelagsbygnaðurin fer av lagi.
Nú ger HIV/AIDS so nógv um seg í stórum pørtum av Afrika, at sjúkan er vorðin ein hóttan fyri friðin í økinum. Eisini hetta hevur trygdarráðið hjá ST umrøtt, og Kofi Annan hevur eisini sagt seg stúra fyri tí, sum er í ferð við at henda. Men tað knípir við at taka tey neyðugu tøkini.
Kanska fara heimsins fjølmiðlar ein dag at senda síni tíðindafólk og myndafólk til Afrika.