Allir skúlar í landinum, og allir undirvísingarstovnar, skul geva sínum næmingum høvi til at síggja tað heilt sermerktu sólarmyrkingina sum verður í Føroyum í mars næsta ár.
Bjarni Djurholm, tingmaður hevur víst á, at hetta verður so mikið sjáldsamt, at allir næmingar í Føroyum eiga at fáa innlit í hetta, og ikki minst eiga at slppa at eygleiða hetta sermerkta fyribrigdi. Bjørn Kalsø sigur, at longu í vár heitti hann á Nám um at útvega undirvísingarverkinum upplýsandi tilfar í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars 2015. Burturúr tí er ein bók komin til tey smærru skúlabørnini og ein bók til tey eldru.
Somuleiðis hevur eisini skeið um rúmdina og sólarmyrking verið fyri lærarum í fólkaskúla og í miðnámi.
Bjørn Kalsø leggur afturat, at hann fer at heita á allar skúlar og undirvísingarstovnar um at skipa undirvísingina øðrvísi 20. mars, so at allir næmingar bæði kunnu eygleiða sólarmyrkingina og fáa innlit í hetta serliga fyribrigdið.
|