Georg Stage á Sørvágsfirði - Mynd: Sara Haahr, 2021

Georg Stage og Føroyahúsið halda ólavsøku

Serligt bond eru millum Georg Stage og Føroyar. Í mong ár hava vit fegin tikið ímóti føroyskum lesandi umborð, og vøkru oyggjarnar norðanfyri hava mangan verið á ferðaætlanini.

 

Georg Stage á Sørvágsfirði - Mynd: Sara Haahr, 2021

Soleiðis sigur Stiftelsen Georg Stages Minde í tíðindaskrivi í morgun.

– Í ár hava vit ikki møguleika at halda ólavsøku í Tórshavn, men eru fegin um at sleppa at vera við í hátíðarhaldinum av tjóðardegi Føroya í samstarvi við Nordatlantens Brygge og Føroyahúsið í Keypmannahavn.

– Vit bjóða øllum áhugaðum at luttaka í felags morgunmati við røðum og felags sangi sunnudagin 28. juli frá kl.10.00-11.30.

Stað: Kajen Nordatlantens Brygge (beint við Inderhavnsbroen), Strandgade 91, Christianshavn, 1401, København K.

 

Georg Stage á Sørvágsfirði - Mynd: Sara Haahr, 2021