Skuldi bara spælast

ÍF-Fleyr 0-3 (18-25, 19-25, 18-25):

Dysturin á Kambsdali leygardagin, har menninir hjá ÍF tóku ímóti Fleyr, var í roynd og veru uttan týdning fyri nakran, tí ÍF slapp ikki av stigaleysa botnplássinum og Fleyr fekk bronsuna, óansæð úrslitið. Hetta var longu greitt fyri fleiri vikum síðani.
Hvørki av liðunum hevur havt eitt kappingarár, ið verður skrivað í søguna hjá feløgunum. ÍF, sum vann greipuna í fjør, hevur havt eitt nógv yngri og óroyndari lið í ár, og hóast onkur sett eru vunnin, er talan um 18 tap í 18 dystum. Hetta árið skulu fuglfirðingar bara gloyma sum skjótast.
Fleyr fekk eftir dystin leygardagin handað bronsumerkini, men tað er neyvan tað, liðið hevði ætlað sær, tá árið byrjaði. Ikki færri enn seks ferðir hevur Fleyr spælt fimmsettarar ímóti teimum báðum ovaru liðunum, SÍ og Mjølnir, men av teimum eru fimm taptir. Marginalarnir hava bara ikki verið við.
Leygardagin kom ÍF betur frá byrjan og var á odda 17-12 í fyrsta setti, men tapti tað kortini 18-25. Í teimum báðum seinnu settunum var Fleyr skjótari úr startholinum, og hóast ÍF hevði hug at nærkast, vann Fleyr bæði settini trygt, so talan gjørdist um ein 3-0 sigur, áðrenn manningin hjá havnarliðnum fekk bronsuheiðursmerkini handað.