Norska Hercules-flogfarið, sum rendi á svenska fjallatindin Kebnekaise seinasta hóskvøld, skuldi sambær flogætlanini flúgva beint uppi yvir fjallinum á veg úr Evenes í Noregi til Kiruna í Svøríki.
Radaramyndir, sum norska loftverjan hevur almannakunngjørt, vísa, at flogfarið hvarv av skíggjanum hjá flogeftirlitinum, var tað millum 2136 og 2194 metrar uppi og sostatt fáar metrar oman fyri Kebnekaise.
-Vit halda, at flogfarið fylgdi fjallarøðini, og at tað rendi á beint niðan fyri sjálvan tindin, sigur svenski løgregluovastin Jörgen Stridsman við norska TV2.
Tey fimm fólkini, sum vóru í flogfarinum, doyðu, og nú verður leitað eftir tí svarta kassanum, sum kanska kann greiða frá, hví flogfarið fleyg so lágt.