Tað sigur Pál Joensen, sum í kvøld endaði á einum sjeynda plássi í 800 metra frí svimmingini í HM kappingini í Barcelona.
- Eg skuldi havt lagt harðari út, men teknist kendist tað væl at svimja, sigur Pál við svenska sjónvarpið.
- Tað hevur gingið væl í seinastuni. Men tað hevur verið eitt sindur upp og niður. Eg havi millum annað skift venjara tvær ferðir, sigur Pál Joensen víðari.
Pál er ikki nøgdur við avrikið í kvøld, men nú fer hann at fyrireika seg til 1.500 meturin, sum er um tveir dagar.
- Tað gekk ikki so væl sum eg ætlaði í dag, men nú havi eg tveir dagar at fyririka meg í til 1.500 meturin. Nú fari eg bara at halda formin og teknikkin við líka til tá, sigur Pál Joensen at enda.