Skuldin goldin niður úr 10,3 mill. til 8 mill. uppá 11/2 ár

? Vit fóru inn í bygdarráðið við einum máli. Tað var at fáa skuldina niður, sigur bygdaráðsformaðurin í Hvalvíkar kommunu, Heðin Zachariasen

Bygdarráðið í Hvalvíkar kommunu hevur rættiliga spent seg út fyri at niðurgjalda skuldina.

? Tað ber ikki til at virka sum kommuna við so stórari skuld. Ein er næstan heftur bæði á hendur og føtur. Tí fóru vit inni í kommununa við einum endamáli. Tað var at niðurgjalda skuldina. Vit settu sum mál, at gjalda eina millión av skuldini niður pr. ár.

Kommunan hevur havt hampuliga góða inntøku seinastu árini. Samstudis gav nýggja kommunuavtalan møguleikan hjá kommunum at gjalda eykaavdrøg. Hetta er grundin til, at tað hevur eydnast hjá Hvalvíkar kommunu at niðurgodið skuldina, soleiðis at kommunan er frammanfyri tað málið, hon hevur sett sær í mun til tíðarætlanina.

? Tá ið vit tóku við í kommununi fyri hálvumøðrum ári síðani, var skuldin 10,3 mill. krónur. 30. juni í ár skulu vit gjalda eitt eykaavdrag uppá 1 milliónir, og er skuldin tá komin niður á 8 mill. krónur.

2,3 mill. krónur hevur kommunan sostatt klára at goldið niður eftir umleið hálvumøðrum ári.

? Longu nú eru vit frammanfyri tað mál, sum vit settu okkum í hesum bygdarráðnum, og klára vit at niðurgjalda skuldina enn meir, ja, so gera vit tað.


Kommmunur bara brúka av inntøkuni

Orsøkin at Hvalvíkar kommuna er í so stórari skuld er millum annað stórar íløgur á kajøkinum, og ein grús fótbóltsvøllur, sum tíverri ikki verður brúktur í dag. Skattaprosentið í Hvalvíkar kommunu er 19%, og Heðin væntar ikki, at tað verður hæðkað.

Málið, kommunan setti sær við niðurgjaldingini, hevur eisini ført við sær, at teir ikki hava gjørt nakrar íløgur ella nýtt pening til onnur endamál. Peningur hevur einans verið nýttur at reka alt tað dagliga: Tó er eisini nakað av peningi sett av til at orna innlegging av vatni í bygdini. Hetta er nakað, sum hevur ligið á láni, og tað verður farið í gongd við hetta arbeiðið seinni í hesum árinum.

? Vit hava sagt, at áðrenn skuldin er komin niður á 5 milliónir vilja vit ikki nýta nakað av peningi til annað. Tá kann kanska nakað nýtast til annað, men best er, at kommunan er skuldafrí, áðrenn hon fer at nýta pening til nakað sum helst.

? Sjálvur síggi eg sum tað besta og rættasta, at kommunur als ikki skuldu kunna brúkt læntan pening. Nógv best er um kommunan hinvegin heldur bara brúkti av yvirskotinum, hon fekk inn. Eg trúgvi hetta hevði borið væl til, og fólk kundu lært seg at liva eftir tí.


Felagskommunala eindin

Í Hvalvíkar kommunu búgva 318 fólk. Í kommununi eru umframt Hvalvík og Streymnes eisini Nesvík og norðari partur av Áunum. Nakað av virksemi er í bygdini, sjálvt um tað eru fleiri, sum koyra av bygdini til arbeiðis. Sílaaling, Norðsetur og Fiskaaling eru tey størstu arbeiðsplássini í kommununi. Sjálvur arbeiðir Heðin sum formaður hjá IRF í Leirvík.

Hvalvíkar kommuna hevur eisini nógv samarbeiði við hinar kommunurnar í Sundalagnum.

? Vit hava skipað eina felagskommunala eind, har flestu kommunurnar í Sundalagnum eru við. Her tosa vit um felags viðurskifti, men henda nevndin hevur kortini ongan peningaligan avgerðarrætt. Alt skal fyri hvørja einstaka kommunu aftur, áðrenn nakað verður avgjørt.

Kommunurnar eru eisini saman um Felagsskúlan á Oyrabakka og Læknasamtakið. Eiðis kommuna er eisini við í hesum báðum samarbeiðunum.


Samanlegging ikki viðgjørd

Kommunurnar í Sundalagnum eru vanar við samarbeiði, og tí skuldi tað ikki verið tann stóri trupulleikin við eini samanlegging skuldi ein trúð.

? Vit hava ikki viðgjørt spurningin um samanlegging av kommunum í bygdaráðnum, og tí veit eg ikki, hvat vit gera.

? Sjálvur haldi eg kortini, at vit klára eins væl at gjalda skuldina aftur einsamallir, ella um vit eru vóru ein stór kommuna, sigur bygdaráðsformaðurin í Hvalvíkar kommunu.