Skuldin niðanfyri álíkningina

Fíggjarliga gongdin hjá Vágs kommunu er positiv, og nú er lániskuldin niðanfyri eina álíkning – samstundis er fólkatalið økt

 

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu vóru í 2014 smáar 40 mió kr. Hetta er eitt sindur meiri enn í 2013, og góðar 1,5 mió kr. hægri enn mett varð í fíggjarætlanini fyri árið 2014. Í fíggjarætlanini varð inntøkan mett til at verða 37,8 mió kr.

 

Í 2014 gjørdi Vágs kommuna íløgur fyri 3,5 mió kr. Millum høvuðsíløgurnar er íløgan í Miðlatún, nýggi tænastudepilin í  miðbýnum í Vági, har Visit Suðuroy og býarbókasavnið halda til. Í 2014 vórðu eisini gjørdar íløgur í Heilsumiðstøðina í Vági, har tað hava verið gjørdar støðugar dagføringar seinastu árini. Vágs kommuna raðfesti m.a. eisini býarendurnýggjan og býarfríðkan í 2014, m.a. í miðbýnum, har økið við Heilsumiðstøðina, og vestanfyri og eystanfyri Heilsumiðstøðina er nýgjørt og flisalagt. Harumframt varð eisini nýtt kampingpláss, Kamping Vágseið, gjørt og tikið í nýtslu í fjør.

 

Í 2014 kostaði raksturin av Vágs kommunu 29,4 mió kr., hetta er 1 mió kr. minni enn í 2013, tá tað kostaði 30,4 mió kr. at reka Vágs kommunu.

 

Í desember 2014 varð lániskuldin hjá Vágs kommunu umfíggjað. Umfíggingin hevur ført við sær, at Vágs kommuna nú rindar uml. 2,34 % í rentu, í mun til uml. 5,68 % áðrenn umfíggingina. Nettoskuldin hjá Vágs kommunu var við árslok 2014 umleið 39,3 mió kr.

 

Leggjast kann afturat, at seinastu árini er fólkatalið í Vágs kommunu spakuliga kvinkað uppeftir. Sambært fólkayvirlitinum búðu tað í mai 2015 1.349 fólk í Vágs kommunu, 40 fleiri enn við ársbyrjan í 2013, tá tað búðu 1.309 fólk í Vágs kommunu.