Skuldin ávirkar ikki kappingarførið

At føroysku oljufeløgini eru farin frá einki at skylda til at skylda millum 130 og 150 milliónir krónur, tá tey skiftu eigarar, hevur ikki ávirkað kappingarførið hjá oljufeløgunum stórvegis. Tað heldur Niels Juul Nattestad, stjóri í Statoil, sum metir fyrimunirnar størri enn vansarnar við at vera á føroyskum hondum

Fyri 14 mánaðum síðani, tann 11. november í 2007, keyptu føroyskir íleggjarar Statoil Føroyar frá norska felagnum Statoil ASA gjøgnum ognarfelagið Megd. Síðan keypið er prísurin á ráolju lopin frá 94 dollarum fyri tunnuna, upp á 145 dollarar fyri tunnuna, fyri síðan at kollapsa heilt niður á umleið 40 dollarar fyri tunnuna, sum prísurin hevur verið seinasta mánaðin.

- Hesin túrurin, har oljuprísirnir fyrst eru farnir á flog, og síðan eru kollapsaðir fullkomiliga, hevur verið ein rættilig stressroynd, sum eg tó haldi at vit hava staðið, sigur Niels Juul Nattestad.

Stóri spurningurin seinastu tíðina hevur verið, hvørt føroysku oljufeløgini hava megnað at fylgt prísinum á brennievni nóg væl niðureftir eisini.

Meðan prísurin á ráolju stóð í støðugum vøsktri, vuksu prísirnir á brennievni til bilar eisini, tó ikki í heilt sama lutfalli. Síðan juli mánað, og serliga síðan september, er prísurin á ráolju kollapsaður, og samstundis eru prísirnir á brennievni til bilar eisini falnir, tó heldur ikki í heilt sama lutfalli prísurin á ráolju.

Tað er júst hetta seinasta, ið veruliga hevur fingið fólk upp úr stólinum. Tað at vit kunnu síggja prísin á ráolju kollapsa, meðan prísirnir á brennievni til bilin lutfalsliga spakuliga kvinkar seg niðureftir.

Eftir standa vit, sum gjalda, uttan at hava nakra logiska frágreiðing til, hví so er.



Skuldin ávirkar ikki

Áðrenn føroyskir eigarar fingu ræðið á Statoil í Føroyum, var felagið undir norska Statoil ASA. Hetta merkti fyri føroyska dótturfelagið, at teir helst skuldu keypa sína olju frá Statoil, og at tá árið var liðugt, skuldu teir avrokna til móðurfelagið.

- Tað kundi vera ein fyrimunur, men tað kundi eisini vera ein vansi, at vit gjarna skuldu keypa okkara olju frá Statoil. Tað kundi jú verið, at vit fingu oljuna bíligari frá onkrum øðrum oljureinsiverki, greiðir Niels Juul Nattestad frá.

Sosialurin hevur frá góðum keldum fingið at vita, at keypsprísurin á Shell liggur millum 130 til 150 milliónir, og at prísurin á Statoil var umleið tann sami. Hetta merkir, at frá ongar pengar at skylda, skulu bæði oljufeløgini nú forrenta keypsprísin aftur. Men hetta ávirkar ikki kappingarførið sambært Niels Juul Nattestad.

- Um tú so er einar 20 milliónir viðsíðunaav, so eru tað stadigvekk nógvir pengar, og tað skal sjálvandi gjaldast aftur. Men henda skuldin setir okkum ikki undir trýst, nú tá prísirnir eru dalaðir. Men ein munur er eisini, at tá felagið nú er á føroyskum hondum, so verður avkastið eisini verandi í Føroyum, har tað í staðin skuldi avroknast til móðurfelagið, vísir Niels Juul Nattestad á.

Hann heldur eisini at fyrimunirnir eru stórir við at vera á føroyskum hondum.

- Fyri tað fyrsta, so verður avkastið verandi í Føroyum. Harnæst vóru vit áðrenn partur av næstan øllum, ið var felags í Statoil-samtakinum, eitt nú KT-loysnir, skeiðir, starvsfólkamenning og ymiskt annað. Hesar tænastur keypa vit nú í Føroyum, og tað kastar eisini pening av sær til samfelagið, greiðir Niels Juul Nattestad frá.


Mannagongdirnar óbroyttar

Mannagongdin tá føroysku oljufeløgini skulu keypa olju er ikki øðrvísi nú, enn tá tey vóru undir móðurfeløgunum í Danmark og Noregi.

- Vit fingu ikki lagaligari prísir frá móðurfelagnum, bara tí at vit vóru partur av samtakinum eisini. Mann má keypa oljuna fyri tann rætta prísin, og eingin fær serligar treytir. Tað kundi komið undir skattaspekulasjón, um teir lótu okkum oljuna bíliga. Tað eru somu treytir nú, sum tað vóru tá, staðfestir Niels Juul Nattestad.

Tá føroysku oljufeløgini skulu keypa olju frá oljureinsiverkunum, mugu teir kunna vísa á stabilitet, at teir vinna pening, og at teir eru førir fyri at gjalda sínar rokningar. Tað hevur fremstu raðfesting, meðan kravið til nøgdir hevur næstu raðfesting

- Kravið til stabilan aktivitet er ekstremt stórt. Men eisini nøgdirnar hava sera nógv at siga. Um vit keypa ov lítið, tíma teir ikki at fáast við okkum, og keypa vit ov nógv, verður prísfleksibiliteturin sera avmarkaður. Tað ræður um at finna eina balansu í miðjuni, sigur Niels Juul Nattestad.


Aðrar mekanismur ávirka

Um vit hyggja nærri at gongdini á prísinum á brennievni, og samanbera hann við gongdini á prísinum á ráolju, síggja vit at lutfallið á prísvøsktrinum ikki er tað sama.

Tann 22. september í 2006 kostaði ein oljutunna 353,61 krónur, svarandi til 60,55 dollarar. Sama dag kostaðu bensin og diesel ávikavist 7,63 krónur og 6,09 krónur fyri liturin.

Tann 3. juli í 2008, tá prísurin á ráolju var hægstur, kostaði ein oljutunna 690,13 krónur, og er tað ein vøkstur á 95,2 prosent. Sama dag kostaðu bensin og diesel ávikavist 10,44 krónur og 9,66 krónur, og er tað ein vøkstur á ávikavist 37 prosent og 58,6 prosent.

Tann 9. januar í 2009 kostaði ein oljutunna 222,36 krónur, svarandi til 40,83 dollarar og eitt fall á 67,8 prosent frá 3 juli. Sama dag kostaðu bensin og diesel ávikavist 7,25 krónur og 6,14 krónur fyri liturin, svarandi til eina minking á ávikavist 30,6 prosent og 36,4 prosent.

Útfrá hasum tølunum síggja vit at prísurin á brennievni til bilar fylgir trendinum, men ikki veksur ella minkar líka skjótt sum prísurin á ráolju.

- Tað eru eisini nakrar aðrar mekanismur sum spæla inn, tá vit tosa um diesel og bensin. Um vit hyggja aftur til eitt nú 2002, so kostaðu bensin og diesel ávikavist 4,60 krónur og 7,43 krónur fyri liturin. Men síðan er eftirspurningurin eftir diesel eksploderaður, og tí er prísurin á diesel eisini munandi hægri í dag, enn hann var tá, sjálvt um prísurin á bensin er umleið tann sami. Men við dagsins prísum, so haldi eg at vit enn eru kappingarførir, staðfestir Niels Juul Nattestad.