Skuldu spreingja trý flogfør um tíman í tríggjar tímar

Bretsku myndugleikarnir siga, at tær ætlaðu yvirgangsatsóknirnar høvdu helst kravt umleið 2.700 mannalív.

Í meiri enn eitt ár hildu bretsku myndugleikarnir eyga við bólkinum, sum arbeiddi við ætlanini um at spreingja fleiri ferðamannaflogfør, meðan tey vóru á flogi. Løgreglan og fregnartænastan hildu eyga við, hvar limirnir í bólkinum vóru, og hvat teir gjørdu. Harafturat helt løgreglan eyga við, hvussu nógvar pengar tey brúktu, og fregnartænastan legði loyniliga lurtiútgerð í hølini, har fólkini hildu fund.

Gjáranátina tordu myndugleikarnir ikki at bíða longur, tí tað var greitt, at tey fyrstu álopini kundu koma hvørja løtu. Løtu seinni vórðu 24 fólk tikin, men myndugleikarnir viðganga, at fimm ganga leys enn, og at høvuðsmaðurin aftan fyri álopsætlina er teirra millum.

Bretsku myndugleikarnir hava síðani valt at siga sum minst, men bretskir og amerikanskir fjølmiðlar siga seg hava fingið ymiskt at vita frá keldum innan løgregluna. Eitt nú siga teir seg hava fingið at vita, at álopsfólkini ætlaðu at søkja at flogførum, sum flúgva úr Bretlandi til New York, Washington og Kalifornia. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at álopsætlanin umfataði flogfør hjá bretska flogfelagnum British Airways og teimum amerikonsku feløgunum American, United og Continental.

Fjølmiðlarnir hava eisini fingið at vita, at yvirgangfólkini ætlaðu at spreingja trý flogfør um tíman í tríggjar tímar, og at ætlanin var at spreingja flogførini, meðan tey vóru á flogi uppi yvir stórum býum, so atsóknirnar kundu krevja sum flest mannalív.

The Times skrivar frá keldum í løgregluni, at atsóknin kundi lættliga kravt umleið 2.700 mannalív.