Skulu børnini ansa teimum eldru?

Ella skal øll ábyrgdin fyri eldrarøktina leggjast á samfelagið, spyr Jákup Mikkelsen, tingmaður

Hvør skal hava ábyrgdina av eldrarøktini í Føroyum?

 

Hetta var ein prinsipiellur spurningur, Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fòlkaflokkin, reisti í Løgtinginum í dag, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar.

 

Jákup Mikkelsen nam við eldrarøktina, sum krevur rættiliga stórar, fíggjarligar játtanir.

 

Men tingmaðurin spurdi, hvør tað í veruleikanum er, sum skal hava ábyrgdina fyri teimum eldru.

 

Hann spurdi um øll ábygdin skal leggjast á tað almenna.

 

- Ella er tað rætt at krevja, at børnini eisini átaka sær ein ávísan leiklut, spurdi hann.

 

Hann helt, at hetta er ein spurningur, tað hevði verið áhugavert at fingið eitt kjak um.