Skulu borgarstjóraheimildir skerpast?

- Skal ein borgarstjóri framhaldandi hava nærum óavmarkað vald, spyr Bill Justinussen, løgtingsmaður.

Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur sett Akseli Johannesen, løgmanni, munnligan fyrispurning um heimildirnar hjá borgarstjórum. Løgtingsmaðurin spyr, um landsstýrissamgongan ætlar at gera broytingar í kommunustýrislógini viðvíkjandi heimildum hjá borgarstjórum?

 

Eftir galdandi kommunustýrislóg hevur ein borgarstjóri nærum óavmarkað vald. Hann er valdur fyri fýra ár og kann sita í sessinum uttan mun til undirtøku í bý- ella bygdaráðnum. Dømi er um, at ein borgarstjóri kemur í minniluta í býráðnum, men situr framvegis sum borgarstjóri, tí lógin tryggjar honum sessin.

 

Bill Justinussen vísir á, at borgarstjórin er ovasti fyrisitingarligi leiðari, og hann er ovasti politiski leiðari. Hann hevur víðar fíggjarligar heimildir tó uttan, at fyrisitingarlig grannskoðan fer fram.

 

- Til dømis hevur Tórshavnar kommuna keypt dýrar ognir yvir raksturin hjá kommununi uttan at vita, hvat ognirnar skulu brúkast til. Samanborið við tær reglur, sum løgting og landsstýri eru skipað eftir, hevur ein borgarstjóri sera víðar heimildir, sigur løgtingsmaðurin í viðmerkingum til fyrispurningin.