Fótbóltur
Eitt av uppskotunum til komandi aðalfundin hjá FSF verður uppskot um broyting í kappingarreglunum fyri fótbólt.
Talan er um at broyta grein 18, har tað verður definerað, nær ein útlendskur leikari verður at rokna sum føroyingur í fótbóltshøpi.
Verandi reglurgerð sigur, at hetta er, at tá leikarin í trý ár hevur verið fastbúgvandi í Føroyum, og tað er hetta, sum FSF ætlar at broyta.
Fyri at lætta um umsitingina av hesum, er ætlanin, at orðaljóðið framyvir skal vera: »sum útlendskur leikari verður roknaður persónur, ið ikki hevur fast tilknýti til Føroyar, og hvørs spæliloyvið ikki hevur ligið í Føroyum seinastu trý árini«.
Við at nýta spæliloyvið heldur enn bústaðarfviðurskifti sum kriterii fyri hesum, er ætlanin hjá FSF, at umsitingin av regluni skal gerast einfaldari. Hetta tí FSF, um broytingin fær undirtøku, sjálvt hevur alla skjalaprógvan undir hond, um ivamál stinga seg upp. Sum er er neyðugt at nýta landsfólkayvirlitið í slíkum málum, og skal trætan avgreiðast ein fyrrapart sunnudag, er tað munandi lættari, um alt skjalatilfarið er tókt á skrvstovuni hjá FSF.
Umframt hendan fyrimun, er eisini bygt inn í ætlaðu logarbroytingina, at leikarin skal hava verið trý samanhangandi ár í føroyskum fótbólti, og soleiðis ikki kann »samla tíð upp« yvir eitt longri áramál.