Tað er hátíðardagur á Kambsdali í dag.
Nógv fólk hevur leitað sær til nýggjastu bygdina í landinum at verða við til at hátíðarhalda, at Dugni letur upp endurnýtslu við bæði verkstaði og handli.
Bygningurin er sera snøggur, bæði uttan og innan, og karmarnir eru avgjørt til staðar, at bæði fyritíðarpensjónistar og tey trý starvsfólkini far at trívast her.
- Stovnurin er ætlaður fyritíðarpensjónistum. Hetta er ein landsstovnur, men vit rokna við, at tað fyrst og fremst verða fólk úr Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy, ið koma at arbeiða her á verkstaðnum, sigur Torgerð Hansen, dagligur liðari av Dugna á Kambsdali.
Tað verður í høvuðsheitinum móttøka av brúktum møblum, ið Dugni á Kambsdali fer at takast við, og hesir verða síðani pussaðir upp, fyri síðani at verða sendir aftur í handlinum, sum eisini er í bygninginum.
Tankin er herfrá og fram til jóla at taka 15 fólk inn, sum so fara at starvast á verkstaðnum, sum er í bygninginum.
Hugsanin er eisini, at geva møblunum eitt persónligt brá yvir sær.
- Tá vit fara í møbilsølurnar og keypa okkum nýggjar møblar, so er einki persónligt yvir teimum. Við at keypa góðar møblar frá endurnýtsluni, fær tú møblar við einar søgu, og tað telur eisini við, segði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum í røðu á móttøkuni.
Fleiri endamál
Men endurnýtslan hevur fleiri endamál enn bert at shina gamlar møblar upp, sum tíðsfordrív hjá nøkrum fyritíðar pensjónistum.
Fyri at koma inn á verkstaðið á endurnýtsluni skal eitt umsóknarblað útfyllast. Og á hesum blað eru fleiri spurningar, sum sulu krossast av.
Á baksíðuni av spurnarblaðnum undir heitinum »Hvat hevur tín áhuga« verður spurt:
Hvat søkir tú?, Verkstað ella verkskúla.
Næst verður spurt »Hvat er títt ynski«.
Og har eru møguleikarnir at svara fleiri. Venja arbeiðsevnini, Koma út millum onnur, Fáa innihald í gerandisdagin, Koma út í arbeiði ella Persónlig menning.
Sum sæst er tað ikki bert ein spurningur um at renovera nakrar møblar, har eru so ógvuliga nógv onnur aspekt í hesum.
Aftrat hesum ber eisini til at søkja inn til kvøldvirksemi, og har eru møguleikarnir eisini fleiri: At arbeiða í køkinum, At gera hondarbeiði, At arbeiða við hornum, ella At hugna sær, syngja og spæla spøl.
Arbeiðstilboð
Í skrá síni sigur Dugni um endurnýtslur:
Endurnýtsluhandlarnir á Hjalla og Kambsdali eru arbeiðstilboð til fyritíðarpensjónistar, ið eru førir fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Møblar, ting og tílíkt verða samlað inn, viðgjørd og seld aftur. Málið er at geva arbeiðstarnaðum høvi at koma út millum onnur og fáa ein meiningsfullan gerandisdag og harvið fyribyrgja dapurtskygni og einsemi. Talan er ikki um løn, men lønarískoyti, ið er tengt at inntøku á verkstøðunum. Í august 2009 er upphæddin 20 krónur um tímar.