Tingfólk og ráðharrar úr øllum Norðurlondum eru í hesum døgum á ráðstevnu í Olso og skifta orð um, hvussu Norðurlond kunnu gerast ein burðardygg eind.
Støði verður tikið í frágreiðingini »Burðardygg menning ? ein nýggj leið fyri norðurlond«, sum norðurlendska Ráðharraráðið hevur latið gjørt.
Tað var í november, at tað varð álagt Norðurlendska Ráðharraráðnum at gera eina ætlan fram móti burðardyggum norðurlondum ein og burðardyggum grannaøkjum. Í januar 2001 legði Ráðharraráðið fram frágreiðingina, sum fundurin nú tekur støði í.
Í tíðindaskrivi frá Norðurlandaráðnum verður sagt, at hóast nógv er gjørt á øllum stigum seinastu árini fyri at tryggja burðardygga menning í Norðurlondum, er langur vegur á mál.
Tí heldur Norðurlandaráðið tað vera neyðugt, at øll Norðurlond saman reka ein málrættaðan og avgjørdan politikk á hesum øki og tryggja sær atgongd til bestu amboðini, ið kunnu slóða vegin fyri neyðugum broytingum. Tað má fremjast ein skipað endurnýggjan innan allar vinnubólkar og innan tilfeingisnýtslu, íløgur og tøkniliga menning, heldur Norðurlandaráðið.
Á ráðstevnuni í Oslo luttaka fyri Føroyar Dan Reinert Petersen, tingmaður, Jógvan við Keldu, tingmaður, og landsstýrismenninir Jørgen Niclassen og Høgni Hoydal.
Umframt ráðstevnuna verða eisini fundir í ymisku nevndunum undir Norðurlandaráðnum. Í Norðurnevndini, sum føroysku norðurlandaráðslimirnir sita í, verður nýskipan av Norðurlandaráðnum millum annað viðgjørd.