Skulu hava andakt og frískúlar

Miðflokkurin fer komandi tingsetu at skjóta upp broytingar í fólkaskúlalógini, so frískúlar kunnu setast á stovn og verandi skúlar kunnu halda andaktir


 

Næmingar skulu kunna halda andakt og bøn í skúlunum.

Hetta er Miðflokkurin sannførdur um, og tað ætlar hann sær at virka fyri.

Tí ætlar Miðflokkurin sær komandi tingsetu at leggja fram uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini, so hesin rættur kann tryggjast. Eisini skal lógin tryggja rættin til at seta frískúlar á stovn.

? Sum er, sýta flestu skúlar fyri, at næmingarnir halda bøn og andakt í skúlanum. Men eg haldi tað vera óskiljandi, hvørjar grundgevingar kunnu vera fyri slíkum, og hvat tað er, ið skúlarnir óttast, sigur Jenis av Rana í formansfrágreiðing síni frá landsfundi Miðfloksins.

Seinna broytingin, Miðflokkurin fer at mæla til, er, at tað skal vera møguligt at seta frískúlar á stovn á jøvnum føti við núverandi sólkaskúlar og við sama stuðuli, sum vanligu fólkaskúlarnir fáa.