? Skulu hava líka stóra lønarhækkan sum hini

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at fáa arbeiðararnir ikki í minsta lagi líka stóra lønarhækkan, sum almenna starvsfólkið, so fara teir í verkfall

Sveinur Tróndarson


Ein av teimum, sum rættiliga ofta hevur verið í andgletti tá tað um samráðingar ræður, er formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Karl Johansen.

Eins og arbeiðarafeløgini í Klaksvík, er arbeiðsmannafelagið í Havn ikki limur í Føroya Arbeiðarafelag, og øll »býararbeiðarafeløgini« uttan Havnar Arbeiðskvinnufelag, samráðast tí fyri seg sjálvan.

Men fyri tað kann verða samsvar millumkrøvini hjá teimum ymsu feløgunum.

Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag vil ikki beinleiðis upplýsa hvørji krøv teirra eru, men hann sigur kortini, at teir fara eftir eini beinleiðis lønarhækkan.

? Arbeiðsfólkið, sum er grundin undir allari viðger av fiski og øðrum, eru tey, sum er nógv ringast fyri, tá tað til stykkis kemur. Vit eru tann bólkurin, sum burturav er nógv ringast fyri.Tí er púrt eingin ivi um, at vit skulu hava eina lønarhækkan, sigur Karl Johansen púra avgjørdur.

Karl Johansen vísir á, at úrslitið av, at lønin er so lág er, at eingin hevur hug at vera arbeiðari.

? Umstøðurnar eru so vánaligar, og lønin so lág, at tey ungfólkini, sum byrjað sína karrieru, við at verða arbeiðarar, tey verða roknað sum býtt. Og tað kann ikki verða meingin, tí arbeiðið hjá okkum hevur stóran týdning í heildini, sigur Karl.

Ingeborg Vinther hevur sagt við Sosialin, at einki undir tíggju prosent kann koma upp á tal, hvat sigur tú til tað?

? Nú fari eg ikki at upplýsa um krøvini hjá okkum, men eg haldi at tølini, sum Ingeborg Vinther hevur nevnt eru á góðari leið, sigur Karl Johansen.

Men eru tit til reiðar, at fara í verkfall, um ikki tykkara krøv koma ígjøgnum?

? Ja! Fáa vit ikki eina líkinda lønarhøkkan, so er púra eingin ivi um, at vit fara í verkfall, sigur Karl Johansen, sum leggur afturat, at einki annað enn ein lønarhækkan kann góðtakast.

Samráðingarnar millum Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðsgevararnar byrjað seinnapartin í dag.

Fyrsti fundurin er settur at verða klokkan 15.

Arbeiðsgevararnir vilja ikki gera viðmerkingar til krøvini hjá arbeiðarafeløgunum.

? Partarnir hava avgjørt ikki at samráðast gjøgnum miðlarnar og tað halda vit okkum til, var svarið vit fingu frá arbeiðsgevarafelagnum