Undir spurnarumfarinum í danska Fólkatinginum í dag spurdi Edmund Joensen danska forsætisráðharran, um trygdarstøðan hjá Føroyum var broytt, eftir at russiski sendimaðurin í Danmark hevði borið fram, at danskar hereindir kunnu gerast bumbumál hjá Russlandi, um danir taka undir við Nato í spurningum um Russland.
Helle Thorning-Schmidt svaraði í fyrstu atløgu, at hon ikki helt, at trygdarstøðan hjá Føroyum er broytt yvirhøvur. Samstunds nýtti hon høvið til at vísa á, at hvørki ES ella danir vilja síggja, at triða-lond gera sær dælt av handilsbanninum millum Russland og ES. Hon ásannaði, at støðan hjá Føroyum ikki er tann sama, sum hon er hjá Danmark í hesum spurningi, men hon ávaraði ímóti, at Føroyar gera sær dælt við einum øktum handilssambandi við Russland.