Sum støðan er nú, er ikki ráðiligt at leingja harutíðina í Føroyum. Tað heldur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Setrinum við serligum áhuga fyri haru og haruveiðu.
Í Sosialinum fyrr í vikuni var nógv gjørt burturúr haruveiðu í Føroyum og har helt lívfrøðingurin at tað ber kanska til at leingja harutíðina eitt sindur. Hann sigur, at í januar, februar og mars er oftani kavi og hesa tíðina doyggja nógvar harur í kulda. Men hann sigur, at tað skal ikki skiljast sum um at hann mælir til, at harutíðin skal leingjast.
Hann sigur, at tað kann vera, at føroyski harustovnurin hevði tolað, at veiðitíðin varð longd eitt sindur, kanska einar tvær vikur, uttan hetta hevði skaðað stovnin. - Men trupulleikin er, at vit vita so lítið um føroysku haruna. Eingin almenn skráseting hevur verið av, hvussu nógv hara verður skotin í Føroyum. - Teir, ið skjóta haru, hava ikki skyldu at boða frá, hvussu nógv teir hava fingið, hvussu ofta teir hava skotið ella hvussu nógvir mans hava verið við. - Tí vita vit heldur ikki, hvussu nógvar harur hava verið skotnar Føroyum um árið, ella hvussu stór royndin hevur verið og av tí sama hevur heldur ikki borið til at kanna nágreiniliga, hvussu stórur føroyski harustovnurin er. Tí heldur Eyðfinn Magnussen, at harutíðin skal verða verandi, sum hon er nú, t.v.s. frá 2. november til 31. desember, sum er einar 60 dagar um árið. Myndin er úr frágreiðingini hjá Eyðfinn Magnussen um haruveiði í Føroyum og hana hevur David Malik Jørgensen tikið.
Les eisini: Best er at veiðitíðin eftir haru verður verandi sum hon er |