Jens Pauli í Dali
------
Størri og fólkaríkari ein kommuna er, sterkari er hon, bæði fíggjarliga og á annan hátt. Kvívíkar kommuna hevur næstan altíð verið fígggjarliga væl fyri. Skattaprosentið hevur vanliga ligið lægri enn í Tórshavnar kommunu, uttan síðstu árini, aftan á teir bygdu nýggjan barnagarð og vøggustovu fyri nógvar milliónir, bert fá ár frammanundan høvdu teir vaksið og vælt um barnaskúlan fyri millum 15 og 20 milliónir krónur. Vestmanna kommuna hevur verið fíggjarliga verri fyri, men er við at koma fyri seg.
Nú, tá Kollafjørður fór upp í Tórshavnar kommunu, er besta loysnini fyri bæði Kvívíkar og Vestmanna kommunu eisini at fara saman við Havnini.
Onkur hevur nevnt, at hetta vil gerast ov kostnaðarmikið fyri Tórshavnar kommunu; t. d. um Kvívík og Vestmanna eisini skulu hava ókeypis bussleið; men hetta man ikki kosta so nógv meira enn nú. Frá kommunumarkinum (ella Effostøðini) til Leynar-Kvívíkar tekur 5-10 minuttir at koyra og til Vestmanna 15-20 minuttir. Nýtast skulu 2-3 bussar aftur at teimum núverandi. Longri strekki ein koyrir, minni verður brúkt av brennievni fyri hvønn km, og túratalið ikki so nógv sum í Havn.
Fyri nøkrum árum síðani vóru nógv fólk í Tórshavnar kommunu ikki serliga hugaði at víðka um kommununa og taka tær smærru kommunurnar upp í Tórshavnar kommunu, men úrslitið er blivið nógv betri, enn roknað varð við. Sama vil henda, um Kvívík og Vestmanna kommuna koma saman við Tórshavnar kommunu.
Størri og fólkaríkari ein kommuna er, sterkari verður hon á allan hátt.