Tað sigur Jeffrei Henriksen, sum alt sítt lív hevur fingist við mállæru, í sambandi við, at Sjúrður Skaale, løgtingsmaður hevur lagt uppskot fyri tingið um at vit skulu nýta klassiska altjóða stavraðið.
Jeffrei Henriksen sigur, at fyri at kunna leita eftir ávísum orði í orðalista, t.d í orðabók, rættskrivingarorðalista, leitorðalista í yrkisbók, navnalista í telefonbók o.s.fr., er neyðugt at duga stavraðið uttanat, eitt stavrað, sum kann nýtast til allar í okkara samfelag vanligar orðalistar, eisini t.d enska orðabók. Rímiliga er tað gott, at duga fremmanda stavraðið á fremmandamálinum; men fólk flest munnu kortini innantanna leita sambært tí »almenna« stavraðnum, tey á fyrsta sinni í lívinum lærdu, annaðhvørt tað so rúmar øllum vesturlendskum stavum ella bert teimum til tað fáu, sum nýttir verða í móðurmálinum.
- Tíverri eru tað ikki øll, ið duga nakað stavrað; og tey duga sostatt ikki rímiliga væl at leita í nøkrum stavraðaðum orðalista, t.d. nøvnum í telefonbókini. Tey, ið bert hava lært tað serføroyska stavraðið (við ongum c, q, w, x) eru eisini illa fyri, heldur Jeffrei Henriksen.
Hann sigur tí, at longst man vera sum best, at skúlabørn alt fyri eitt læra eitt føroyskt-vesturlendskt stavrað.
- Bókstavirnir verða sjálvandi nevndir á móðurmálinum (A [ea], Á [oa]/[a], H [há], K [ká], Y [i] ) ? sjálvljóðini her sum aðrastaðni nevnd sambært tí langa ljóðvirðinum í móðurmálinum:
A Á B C
D Ð E F G H
I Í J K L M N
O Ó P Q
R S T U Ú V
W
X Y Ý
Z Æ Ø
Hetta føroyska stavraðið ber til at syngja við lagnum til »Vilt tú, vilt tú ...,« meðan so hvørt verður peikað barninum á bókstavirnar.
? Danska »å« og íslendska »þ« verða eftir tørvi sett aftast í raðnum.
Vanliga eigur í rættskriving at verða undirskilt, at tað bert er neyðugt at tilskila »seinna (æ, y, ý).« Verður einki tilskilað í møguligum ivamálum, er tað rímiliga tað nógv vanligara »fyrra (a, i, í)« á líkan hátt, sum tað vanliga bert er neyðugt at skila til, nær tað er við »stórum« - annars er undirskilt, at tað man vera við »lítlum.«
- Í lesing ger tað ongan lesimun, bert merkingarmun, um vit nýta »fyrra« ella »seinna.«, sigur hann.
Jeffrei Henriksen hevur verið lærari í fólkaskúlanum, skúlastjóri á Venjingarskúlanum og undirvíst í føroyskum á Føroya Læraraskúla, eins og hann hevur gjørt nógv undirvísingartilfar í føroyskum.