Skulu læra børnini eitt føroyskt-vesturlendskt stavrað

Tað segði Jeffrei Henriksen, sáli, í grein í Sosialinum í 2009. Jeffrei Henriksen fekst alt lívið við mállæru, og hesa viðmerking hevði hann í sambandi við kjakið, sum var um stavraðið í 2009, eftir at Sjúrður Skaale, táverandi løgtingsmaður, hevði lagt uppskot fyri tingið um at vit skulu nýta klassiska altjóða stavraðið.

Nú hevur Johan Dahl, løgtingsmaður, aftur sett stavraðið á dagsskránna við fyrispurningi til landsstýrismannin í mentamálum.

 

Jeffrei Henriksen segði, at fyri at kunna leita eftir ávísum orði í orðalista, t.d í orðabók, rættskrivingarorðalista, leitorðalista í yrkisbók, navnalista í telefonbók o.s.fr., er neyðugt at duga stavraðið uttanat, eitt stavrað, sum kann nýtast til allar í okkara samfelag vanligar orðalistar, eisini t.d enska orðabók.

 

– Rímiliga er tað gott, at duga fremmanda stavraðið á fremmandamálinum; men fólk flest munnu kortini innantanna leita sambært tí »almenna« stavraðnum, tey á fyrsta sinni í lívinum lærdu, annaðhvørt tað so rúmar øllum vesturlendskum stavum ella bert teimum til tað fáu, sum nýttir verða í móðurmálinum, segði Jeffrei Henriksen.

 

– Tíverri eru tað ikki øll, ið duga nakað stavrað; og tey duga sostatt ikki rímiliga væl at leita í nøkrum stavraðaðum orðalista, t.d. nøvnum í telefonbókini. Tey, ið bert hava lært tað serføroyska stavraðið (við ongum c, q, w, x) eru eisini illa fyri, heldur Jeffrei Henriksen.

 

Hann sigur tí, at longst man vera sum best, at skúlabørn alt fyri eitt læra eitt føroyskt-vesturlendskt stavrað.

 

– Bókstavirnir verða sjálvandi nevndir á móðurmálinum (A [ea], Á [oa]/[a], H [há], K [ká], Y [i] ) – sjálvljóðini her sum aðrastaðni nevnd sambært tí langa ljóðvirðinum í móðurmálinum:

 

A Á B C

 

D Ð E F G H

 

I Í J K L M N

 

O Ó P Q

 

R S T U Ú V

 

W

 

X Y Ý

 

Z Æ Ø

 

Hetta føroyska stavraðið ber til at syngja við lagnum til »Vilt tú, vilt tú ...,« meðan so hvørt verður peikað barninum á bókstavirnar.

 

– Danska »å« og íslendska »þ« verða eftir tørvi sett aftast í raðnum.

 

Vanliga eigur í rættskriving at verða undirskilt, at tað bert er neyðugt at tilskila »seinna (æ, y, ý).« Verður einki tilskilað í møguligum ivamálum, er tað rímiliga tað nógv vanligara »fyrra (a, i, í)« á líkan hátt, sum tað vanliga bert er neyðugt at skila til, nær tað er við »stórum« - annars er undirskilt, at tað man vera við »lítlum.«

 

– Í lesing ger tað ongan lesimun, bert merkingarmun, um vit nýta »fyrra« ella »seinna«, segði hann.

 

Jeffrei Henriksen var lærari í fólkaskúlanum, skúlastjóri á Venjingarskúlanum og undirvíst í føroyskum á Føroya Læraraskúla, eins og hann hevur gjørt nógv undirvísingartilfar í føroyskum.